Fyrst var tað Turið Arge Samuelsen, og beint sum 2024 kom at enda, boðaði Brynja Høj frá, at hon helst gevst á landsliðnum
Sí eisini: Turið takkar nú fyri seg á landsliðnum
Í nýggjársendingini hjá Kringvarpinum í gjár litu Brynja og Óli Mittún á EM-upplivingarnar og framtíðina hjá A-landsliðunum. Tá avdúkaði Brynja, at sum nú er, bendir tað mesta á, at eftir mai 2025 - tá kappingarárið er av - spælir hon ikki hondbólt longur.
Brynja Høj starvast sum løgreglufólk, og harvið er kroppurin eitt ógvuliga umráðandi arbeiðsumboð. Hon segði í sjónvarpssendingini, at tað er júst kroppurin, sum sigur frá nú. Tað verður tryngri at koma upp umframt at venja og spæla við høgum inntensiteti - pína ger javnan um seg hjá stinnu landsliðskvinnuni.
Brynja Høj (nr. 13), Turið Arge Samuelsen (nr.33) og hinar hjá Føroyum fegnast eftir søguliga javnleikin móti Kroatia 1. desember í Basel. Landsliðið skal eftir øllum at døma halda kósini víðari uttan tvær av teimum royndu (Mynd: Sverri Egholm)
Brynja verður fagnað av føroysku fjepparunum stutt eftir dystin (Mynd: Sverri Egholm)
Serliga er tað hælsinan, sum darvar. 28-ára gamla havnarkvinnan var leingi úti við skaða í júst hælsinuni, og hetta ger tað enn trupult at renna heilt sum vant.
Brynja hevði eisini eitt brot í andlitinum, hon hevur verið skurðviðgjørd í fingrum á báðum hondunum, og hevur hon eina øksl, sum ongantíð verður heilt góð aftur. Umframt hetta byrjar Brynja Høj at merkja slitgikt - Tað er helst tað, sum allar mest tad, sum forskrekkir í mun til lívið eftir hondbóltinum, greiðir hon Portalinum frá.
Harumframt snýr tað seg eisini um nógvu tíðina, ið skal leggjast í hondbóltin, leggur Byrjna afturat. Hetta er í mun til familjulív, men eisini arbeðisliv: At tað ikki hongur saman peningaliga at taka so nógv frí fra sinum arbeiði og at spæla á landsliðnum, sum ikki gevur nakra inntøku.
Beinta Bendix Laursen, fyrioterapeutur, leggur tape á hjá Brynju Høj til eina av fyrireikingarvenjingunum til EM (Mynd: Sverri Egholm)
Á listanum yvir landsdystir hjá kvinnum á handballstatz.com er Brynja Høj nummar níggju við 28 A-landsdystum. Tað er serliga í verjupartinum og við sterka viljanum, at Neista-spælarin hevur givið Føroyum nógv. Hetta vísti nummar 13 serliga, tá Føroyar veruliga bjóðaðu Svøríki av í undankappingardystinum á heimavølli í fjør og í 17-17 javnleikinum móti Kroatia í EM-bólkaspælinum fyri júst einum mánaða síðani.
Brynja og Pernille Brandenborg stóðu framúr væl í føroysku miðverjuni, og tá fyrrnevnda fekk beinleiðis reytt kort eftir bert 12 minuttir í seinasta dystinum í Sveis móti Danmark, merktist tað væl á føroyska liðnum.
Hendan støðan í Basel var møguliga tað seinasta hjá Brynju í landsliðsblusuni. Ikki tí: HM play-off dystirnir móti Litava liggja í apríl, og tað er væl ikki óhugsandi, at hon verður tøk til hesar avgerandi dystirnar, um harpiksi ikki endaliga er lagt á hilluna tá.
Brynja Høj í ovfarakæti í Basel fyri júst einum mánaði síðani. Hon spældi við stórum inntensiteti og høgari góðsku móti serliga Kroatia, har tað endaði 17-17 (Mynd: Sverri Egholm)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald