
Midtjylland, Danmark (Portalurin): Nú kappingarárið í hondbólti er farið at halla, so økist spenningurin. Soleiðis er so nógvastaðni og eisini í bestu donsku kvinnudeildini, har sjey føroyskir landsliðsspælarar spæla.
Tær flestu eru við í ógvuliga tætta niðurflytingarstríðnum, har hvør dystir tykiskt at telja heilt nógv. Tað er bert liðið, sum endar nummar 14 og harvið aftast, sum fer beinleiðis niður. Í løtuni er tað uppflytarin Aalborg, har Annika Fríðheim Petersen og Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen eru við, men tað eru fleiri lið, sum eru beint frammanfyri.
Eitt er Ringkøbing, har Rakul Wardum er annar málverjin. Liðið úr økinum er tvey stig frá aftasta plássinum men hevur tó vunnið sær nógv stig seinastu vikurnar. Mikukvøldið var tað millum annað einari vælspælandi Rakul at takka, at Ringkøbing fekk týdningarmikið stig í Bjerringbro.
Sí eisini: Rakul bjargaði 40 prosent av skotunum í opnum spæli
Rakul Wardum og hennara lið stríðast við millum liðið hjá hinum føroyska A-landsliðsmálverjanum. Annika Petersen hevur í løtuni ein skaða at dragast við (Savnsmynd: Sverri Egholm)
Í dag klokkan 14 føroyska tíð taka Rakul Wardum og Ringkøbing móti Janu Mittún og Viborg í Green Sports Arena Rofi-Centret. Talan er um fimtseinasta umfar í bestu donsku deildini, sum er millum tær sterkastu í heiminum.
Ringkøbing roynir at vinna seg longur frá aftasta plássinum, áðrenn endaspælið byrjar eftir páskir. Um tað eydnast at vinna seg uppá 8. plássið, so sleppur man heldur í ovara endaspælið, og tá kann man ikki flyta niður.
Viborg fer í øllum førum at spæla í ovara endaspælinum. Spurningurin er so, hvussu nógv stig Jana Mittún og hinar fáa við sær. Tað ber til at røkka 4. plássinum, sum bert er eitt stig frá, og tað er í øllum førum umráðandi at halda København aftanfyri sær.
Týskvøldið vann Viborg á júst København, men í gjár nærkaðist liðið hjá Pernille Brandenborg aftur. Føroyski landsliðsspælarin skoraði trý mál í heimasigrinum á Silkeborg-Voel. Harvið aftur bert tvey stig á muni og trýstið aftur á teimum grønklæddu, sum skulu stutta teinin til Ringkøbing seinnapartin.
Pernille Brandenborg skal til norskan hondbólt í summar men roynir at enda væl í Keypmannahavn (Savnsmynd: Sverri Egholm)
Liðini hjá Mariu Pálsdóttir Nólsoy (Horsens) og EH Aalborg (Annika Fríðheim Petersen, skaða, og Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen) spæla eisini í dag. Sí dystarskránna í Kvindeligaen HER.
---------------------------------------------------
Portalurin verður á staðnum í Ringkøbing við millum annað myndatólinum. Vit tosa eisini við Rakul Wardum og Janu Mittún eftir dystin; eisini um landsliðið sum savnast í morgin til týðandi fyrireikingar til HM play-off dystirnar.
Til ber at fylgja gongdini í dystunum og at síggja hagtøl á tophaandbold.dk
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald