Hondbóltur

Myndir: Jana og Rakul hittust í Ringkøbing

Mánadagin ferðast tær báðar til Føroyar í landsliðsørindum - Jana Mittún og Viborg vunnu í evstu løtu í dag. Vit vóru við til dystin. Sí myndir.

Rakul Wardum og Jana Mittún eftir dystin (Mynd: Sverri Egholm)

Rakul Wardum og Jana Mittún eftir dystin (Mynd: Sverri Egholm)

2025-03-02 22:48 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Ringkøbing, Danmark (Portalurin): Við dramatiska sigrinum í Rofi-centrinum, har Viborg ikki hevði vunnið síðani 2020, lyfti liðið hjá Janu Mittún upp á 4. plássið í Kvindeligaen.

Hetta gevur stig við víðari í endapælið. Viborg var annars aftanfyri við fýra málum, tá góðir átta minuttir vóru eftir og trimum málum, tá fimm minuttir restaðu í.

Les meira um dystin HER

Ringkøbing er harvið av álvara í niðurflytingarvanda, og Rakul Wardum var sjálvandi vónbrotin. Hon spældi heldur ikki í dag, tí Stephanie Andersen stóð so væl.

Jana Mittún spældi hinvegin næstan 60 minuttir og hevði nógvar góðar atgerðir í verju og álopi. Vit fingu orðið á báðar (leinkju niðanfyri)

Video: Rakul verður nýtt fyri sín X-factor

Video: Havi fingið størri álit í Viborg

Sí eisini myndir av landsliðsspælarunum her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder