
Hann varð føroyskur toppskjútti í dag, har tað fyri tað mesta vóru brotskøst, sum Kiel-spælarin skoraði uppá.
Sí eisini: Elias toppskjútti og Pauli dagsins spælari
Hoyvíkingurin var púra tryggur uppá øll seks skotini úr sjey metrum, og var hetta sjálvandi týðandi fyri sigurin.
Elias Ellefsen á Skipagøtu hevði eisini flest upplegg í 32-31 sigrinum, og nummar 71 setti ferð á føroyska spælið saman við systkinabarninum Óla Mittún.
- Vit merktu væl suðulin frá føroysku áskoðarunum í dag, og tað er flott at fáa trý stig í tveimum dystum móti Niðurlond.
Sì eisini: Ísak Vedelsbøl: - Kendist sum tað bert vóru føroyskir áskoðarar her
---------------------------------------------------------
Undankappingin til EM 2026 - 3. umfar av seks
4. umfar, sunnudagin 16.03
Niðurlond - Føroyar 31-32 (15-15)
Sí eisini: Føroyar oddalið í bólkinum við flottum útisigri
Ukraina - Kosovo 36-25
Støðan í bólkinum
1. Føroyar 5 stig
2. Niðurlond 4 stig
--------------------
3. Ukraina 4 stig
4. Kosovo 3 stig
Nummar eitt og tvey í bólkinum fara víðari til EM-endaspælið í januar. Fýra teir bestu trý'arnir av teimum átta í undankappingini - teir sum vinna sær flest stig móti ovaru liðunum - sleppa víðari.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald