Fótbóltur

Tað sum ikki ber til – ber til viðhvørt

- Tað vil eg gjarna umboða, staðfestir Eyðun Klakstein undan fyrsta HM-undankappingardystinum. Føroyar hava ongantíð fingið stig ella skorað mál móti Kekkia.

- Tá tú starir nakað trupult beint í eyguni, so er ikki altíð tú fært broytt tað. Men fyri broyta tað, so noyðist tú at stara tað beint í eyguni

- Tá tú starir nakað trupult beint í eyguni, so er ikki altíð tú fært broytt tað. Men fyri broyta tað, so noyðist tú at stara tað beint í eyguni

2025-03-21 19:51 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Tá tú starir nakað trupult beint í eyguni, so er ikki altíð tú fært broytt tað. Men fyri at broyta tað, so noyðist tú at stara tað beint í eyguni. 

Soleiðis segði Eyðun Klakstein, tá nýggi fasti landsliðsvenjarin av Portalinum varð biðin um at seta eina yvirkrift á nýggja kapittulin hjá føroyska A-landsliðnum. 53-ára gamli klaksvíkingurin er eisini rithøvundur og vann fyri kortum lesaraviriðslønina fyri krimivirðislønina "Lygn".

- Bara hesin kapittulin ikki verður ein krimi, helt Hallur Hansson skemtandi fyri.

Liðformaðurin sat undir liðuni á nýggja høvuðsvenjara sínum á tíðindafundinum, tá Eyðun Klakstein eisini staðfesti:

- Tað sum ikki ber til – ber til viðhvørt

Sí eisini: Fyri fyrstu ferð í 16 ár

Sí eisini: Hallur Hansson: - Føroyingar eru serligir við sínum bjartskygni og vilja (Video)

Kekkia er kendur og tungut biti

Júst hendan útsøgnin hjá høvuðsvenjaranum er hóskandi til mótstøðuna í morgin. Í sjey dystum móti Kekkia hava Føroyar tapt sjey og einki stig fingið. Talan hevur verið um seks kappingardystir og ein venjingardyst.

Sí eisini: Myndir: Rugby - og síðani føroysk landsliðsvenjing

Um Kekkoslovakia verður tikin við, so er talan um níggju dystir, níggju tap og málúrttøku á 0-23.

- Kekkia er kanska tað liðið, sum hevur samanlagt staðið seg best móti Føroyum. Men hvør veit: Kanska man fær mál fyri fyrstu ferð móti teimum – og kanska man fær eitt stig.

Hetta segði Eyðun Klakstein, tá ein lokalur tíðindamaður spurdi um føroysku møguleikarnar í morgin. Hann varð eisini spurdur um EM-undankappingardystin millum liðini í Kekkia í oktober 2023, tá Kekkia vann 1-0.

- Dysturin í Kekkia er ein av teimum frá tíðini hjá undanfarna toyminum, sum eg veruliga kann finna íblástur frá. Spælararnir stríddist fyri hvørjum bólti, man vardi ógvuliga væl, stóð saman og var nær við at fáa stig á einum ógvuliga truplum útivølli. Tað skuldi eitt brotsspark til fyri at avgerða tað.

Til seinast staðfesti føroyski venjarin, at allir 23 mans í føroyska hópinum eru hundrað prosent til reiðar til uppgávuna klokkan 19.45 í annaðkvøld.

Kringvarpið vísir hendan dystin. Portalurin er á staðnum og fylgir gongdini. Føroyska liðið venur í løtuni á dystarleikvøllinum - samrøður seinni

Sí eisini: (Video): - Dreymurin hjá Geza vorðin veruleiki


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder