
Hradec Karlove, Kekkia (Portalurin): Hann var burtur frá landsliðnum í yvir tvey ár - í stóran mun vegna knæskaða.
Í november var Hallur Hansson aftur, og hann er eisini liðformaður undir Eyðuni Klakstein og toymi. Í Kekkia í kvøld setti hann orð á, hvat bíðar føroyska liðnum í morgin, og hvør hugburðurin er:
- Man er vanur við tað eftirhondini. Leiklutin við at vera undirtippaður og at skula reisa seg og vísa vilja. Tað haldi eg, at vit duga væl sum føroyingar - har eru vit rímiliga serstakir.
Hoyr alla samrøðuna omanfyri:
Sí eisini: Dreymurin hjá Geza vorðin veruleiki (Video)
Sí eisini: Eyðun Klakstein: - Tað sum ikki ber til - ber til viðhvørt
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald