Fótbóltur

Myndir: Á nýggjum grasi kvøldið undan nýggjari kapping

Malšovická leikvøllurin hevur pláss fyri omanfyri 9.000 áskoðarum, og tað verður útvið fullsett, tá Føroyar og Kekkia spæla í 1. umfari í HM-undankappingini leygarkvøldið.

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2025-03-21 20:48 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Hradec Karlove, Kekkia (Portalurin) Føroysku fyrireikingarnar til fyrstu HM-undankappingardystinum hildu fram í kvøld við seinastu venjingini.

Vant varð á dystarleikvøllinum, Malšovická. Alment stendur tað at vera pláss fyri 9.300 áskoðarum, og sum skilst er tað so gott sum útselt til Kekkia - Føroyar.

Sí eisini: Tað sum ikki ber - ber til viðhvørt

Talan er um eitt stað, har tað er heilt nýtt gras lagt á í pørtum av vøllinum. Spælararnir tyktust at vera vælnøgdir við hetta.

Talan verður um eina stóra og spennandi uppgávu, sum føroysku menninir skulu vera til reiðar til. Sí myndir, sum Sverri Egholm tók, niðanfyri:

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder