
Tað tók eina løtu at koma í gongd við Tjarnir. Føroyar vóru einaferð aftanfyri 4-7, og tað sá út til at vera trupult at tálma litavisku skjúttunum.
Brend skot uppá upplagdar møguleikar settu serliga dám á fyrstu tjúgu minuttirnar hjá kvinnulandsliðnum við Tjarnir. Hesa løtuna brendi liðið oftari, enn man skoraði - og tá vóru fleiri av teimum møguleikunum heilt stórir. Eftir dystin viðgingu føroysku umboðini á vøllinum, at her vóru nervar uppá spæl.
Sí eisini - samrøður eftir dystin:
Jana Mittún: Eg eri næstan málleys um stuðulin
Marita Mortensen: - Vit loystu upp fyri nervunum
Lív Poulsen: - Hetta var ein stuttlig uppliving
Bilbukt fekst við litavisku langskotini, og við stinnu Brynju og Brandeborg mitt fyri, fingu Føroyar í stóum pørtum álopsspælið hjá heimaliðnum at síggja hakkut og órúmtiskt út. Serliga í 2. hálvleiki fingu Føroyar tað at eydnast, sum man hevði miðað eftir frammanundan: At nýta sína ferð og revsa Litava í kontraspælinum.
Har var millum annað Jana Mittún við at fáa og skapa tað, sum hon skýrir "løtt mál". Tað var tó kyniskt og væl gagnnýtt hjá Føroyum, har spælararnir runnu væl fyri hvørjari aðrari.
Júst Jana gekk á odda við fleist málum og málstigum (16 mál + upplegg). Maria Pálsdóttir Nólsoy spældi eisini ein frálíkan landsdyst við næstflest av hesum (10 mál + upplegg). Tær spæla í fremstu donsku deildini og stada seg væl har, men eru framvegis ávikavist bert 21 og 20 ára-gamlar. Jana Mittún og Maria Nólsoy borga fyri góðsku, ferð og spennandi føroyskari framtíð.
Jana Mittún var serliga framúrskarandi eftir steðgin - millum annað við seks málum uppá seks skot (Mynd: Sverri Egholm)
Maria Nólsoy vísti dygdir í metingar- og gjøgnumbrotsspæli. Nummar 21 skeyt 6 av teimum 36 føroysku málunum - millum annað tí seinasta har Maria sjálv vann bóltin og revsaði Litava (Mynd: Sverri Egholm)
Sí eisini - fleiri myndir: Hetta er háborg føroyinga
Sí eisini: Jana Mittún var besti málskjútti og dagsins spælari
Aðrar, sum hava spælt færri A-landsdystir, gjørdu eisini bart. Útfrá dystarmyndini sum varð, so bendir ikki nógv á, at tað verður heilt spennandi samanlagt.
Litava skal vinna við ellivu málum, ella við tíggju og skorað minst 37 mál, tá Føroyar vitja sunnudagin seinnapartin. Føroyska liðið skal bara spæla upp til sítt stig, og har eru enntá ting at betra: Serliga skotprosentið, sum var 67 prosent samanlagt (millum annað trý brend brotskøst og fleiri onnur frí skot) og alt ov lágt í 1. hálvleiki.
Føroyar høvdu ikki trupulleikar við at spæla seg til møguleikar í søguliga heimadystinum og eiga ikki at seta HM-plássið ov nógv uppá spæl sunnudagin.
- Vit skulu njóta sigurin í kvøld kanska, men so í morgin fyrireika okkum fult og heilt til næsta dyst (...) tað er ein nýggjur dystur í Litava. Um man tekur ov lætt uppá tað, so kann tað skjótt enda galið. Tað er hóast alt bert tíggju mál, og tað kann vera skjótt at innheinta í hondbólti (Jana Mittún)
- Vit skulu aftur hugsavna okkum um uppgávuna og um at hava eitt gott avrik. Vit síggja, at tá vit renna og hava høga leikferð, so eru vit væl betri enn tær, og tað skulu vit hava við (Lív Poulsen)
Føroysku spælararnir takka føroysku áskoðarunum, ið larmaðu nógv og góvu nógv við Tjarnir í gjár (Myndir: Sverri Egholm)
Fyrri HM-play off dysturin (røkkstøkkdystur)
Mikudagin 9. apríl við Tjarnir
Føroyar – Litava 36-26 (15-11)
Dystargongdin:
05 min: 2-2
10 min: 4-6
15 min: 7-8
20 min: 9-9
25 min: 11-10
30 min: 15-11
35 min: 17-15
40 min: 23-18
45 min: 26-20
50 min: 28-21
55 min: 33-24
60 min: 36-26
Sí dystarfrágreiðing á kvøldinum: Føroyar fillaðu Litava við 10 málum
Føroysku málskjúttarnir:
Jana Mittún 9 mál - Dagsins spælari og flest upplegg
Maria Pálsdóttir Nólsoy 6 mál
Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen 4 mál
Marita Mortensen 3 mál
Karin Egholm 3 mál
Pernille Brandenborg 3 mál
Anna Elisabeth Halsdóttir Weyhe 3 mál
Rannvá Olsen 2 mál
Fríða Nolsøe Olsen 2 mál
Elsa Egholm 1 mál
Bjargingar:
Rakul Wardum 5 - 23 skot (22 prosent)
Silja Arngrímsdóttir Müller 1 - 9 skot
Føroyar og Litava spæla seinna røkkstøkkdystin í Jonava sunnudagin klokkan 14 føroyska tíð. Portalurin verður við á ferðini í morgin, fríggjadagin. Í dag hevur føroyska liðið restitutión og samanumtøku
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald