
Dystur mikukvøldið, styrki og samanumtøka í gjár og so venjing og ferðing í dag.
Føroysku kvinnurnar eru eftir 36-26 sigurin í fyrra HM røkktstøkkdystinum (play-off umfarinum) veruliga farnar at fyrireika seg til seinnu uppgávuna.
- Vit skulu njóta sigurin í kvøld kanska, men so frá í morgin fyrireika okkum fult og heilt til næsta dyst (...) Tað er ein nýggjur dystur í Litava, og um man tekur ov lætt uppá tað, so kann tað skjótt enda galið. Tað er hóast alt bert tíggju mál, og tað kann vera skjótt at innheinta í hondbólti.
Soleiðis segði Jana Mittún, toppskjútti og dagsins spælari mikukvøldið, eftir føroyska favorittsigurin.
Sí samrøðu her: Jana Mittún: Eg eri næstan málleys um stuðulin
Sí eisini: HM-plássið ikki bara hómast í havsbrúnni
Føroyar fara eftir sigrinum í Litava, men alt, sum er betri enn eitt tíggju-máls tap, er nóg mikið er í øllum førum nóg mikið til at røkka HM-endaspælinum.
Eftir ætlan verður fráferð úr Vágum klokkan 17.45. Talan er um leigutúr til Litava, har fjepparar, familjur og fjølmiðlar eisini vera í føroyska ferðalagnum. Flogtúrurin til Kaunas tekur umleið tríggjar tímar.
Sí eisini: Video: Egholm-systrarnar elska at spæla saman
Portalurin verður við á ferðini og hevur ymiskt tilfar upp til, undir og eftir dystin, sum verður spældur sunnudagin 13. apríl klokkan 14 føroyska tíð.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald