Hondbóltur

Føroysku fjeppararnir skulu nú eisini fyrireika seg til útidyst

Skipað verður upphiting á Radisson gistingarhúsi og busstúri til dystin, har føroyingar fara at seta dám á, á ymsan hátt. Trummir og annað eru við.

Høgni Vilhelmsen, sum millum annað er liðleiðari á manslandsliðnum og í kappingarnevndini, sæst við trummu á flogvøllinum í Kaunas. Føroysku fjepparararnir fara at gera sítt seinnapartin (Mynd: Sverri Egholm)

Høgni Vilhelmsen, sum millum annað er liðleiðari á manslandsliðnum og í kappingarnevndini, sæst við trummu á flogvøllinum í Kaunas. Føroysku fjepparararnir fara at gera sítt seinnapartin (Mynd: Sverri Egholm)

2025-04-13 08:02 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Kaunas, Litava (Portalurin): Eins og til aðrar hondbóltstúrar, búgva meginpartinum av føroyingunum á einum Radisson-gistingarhúsi, og eins og áður verður upphiting áðrenn dyst.

Allir føroysku fjeppararnir í býnum fara í dag at møtast í hølunum beint omanfyri lobby'ina á stóra gistingarhúsinum, og upphitingin fer at koyra frá klokkan 11 til klokkan 14 lokala tíð.

[object Object]
Føroysku fjeppararnir gjørdu av álvara vart við seg til EM-endaspælið í Basel (Mynd: Sverri Egholm)

Í føroyska ferðalagnum fríggjakvøldið vóru millum annað nógv, sum eru í familju við føroysku kvinnurnar. Samanlagt vera eini 50 føroyskir fjepparar ella nakað yvir tað í høllini, sum tekur upp móti 2.000 áskoðarum.

Sí eisini: Føroyar skulu taka fetið í fínum umstøðum

Ein busstúrur er á beint yvir hálvan tíma til býin Jonava, har dysturin verður. Føroyingarnir hava góðan tíð at koma í gott lag. Seinni HM-dysturin byrjar klokkan 16 lokala tíð, sum er klokkan 14 lokala tíð.

Portalurin verður við hendan dystadagin, og hava vit ymiskt tilfar úr Litava - millum annað beinleiðis blogg, myndir og samrøður. Kringvarpið vísir dystin

Føroyskir fjepparar eru vanir við at seta sín dám á, og føroyingarnir her fyrireika seg við millum annað sangum. Trummir eru eisini, og ætlanin er heilt víst at ávrirka væl uttanfyri vøllin.

Litaviska hondbóltssambandið væntar nakrar hundrað áskoðarar - kanska útvið 1.000. Tað verður ikki eitt trýst útifrá á føroyska liðið, sum tað var á tað litaviska við Tjarnir.

Sí eisini:  Føroyar eru aftur stórfavorittar

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder