Fótbóltur

U21: Her er fyrsti hópurin hjá Ólavi Mikkelsen

Í mun til seinastu undankapping, eru spælarar úr tveimum árgangum ov gamlir, og harvið er nógv nýtt fólk - flest spælararnir spæla í B68. Føroyar byrja EM-undankappingini 7. juni í Klaksvík móti Estlandi.

Ólavur Mikkelsen hevur í stóran mun valt spælarar, ið spæla nógv í Betrideildini. Nógv nýggj spennandi nøvn eru við (Mynd: Sverri Egholm)

Ólavur Mikkelsen hevur í stóran mun valt spælarar, ið spæla nógv í Betrideildini. Nógv nýggj spennandi nøvn eru við (Mynd: Sverri Egholm)

2025-05-26 12:41 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Beint áðrenn Eyðun Klakstein kunngjørdi A-landsliðshópin til dystirnar móti Georgia og Gibraltar, fekk Ólavur Mikkelsen orðið í trinstovuni á Tórsvølli. 

33-ára gamli strandingurin tók við starvinum 12. mars. Tað var júst Eyðun Klakstein, sum hevði ábyrgdina áðrenn.

U21-landsliðið hevði eina savnan síðst í mars - nú snýr tað seg um byrjanina av undankappingini til EM 2027.

Føroyar spæla fyrsta dystin á heimavølli leygarkvøldið 7. juni. Hetta í Klaksvík móti Estlandi.

Talan burdi verið um ein tættan dyst, men nógvar óvissur eru, nú eitt nýtt U21-landslið skal spælast saman. Bert fýra av spælarunum hava verið í dystarhópi hjá U21 fyrr.

Áki Samuelsen, ið ger um seg í Noreg, er størsti profilurin og hevur nógv flest U21-royndir. Javngamli Heini Fossdalsá Sørensen, sum hevur spælt nógv saman við Áka gjøgnum árini, spældi eisini nógv í seinastu undankapping. Nú ger hann vart við seg á besta liðnum hjá barndómsfelagnum, og skoraði Heini tvey mál og legði upp til eitt í Runavík í gjár.

[object Object]
Heini F. Sørensen eftir sítt fyrra mál við Løkin í gjár. Evnaríki miðvallarin verður ein profilur á U21-landsliðnum í hesari kappingini (Mynd: Sverri Egholm)

Annars eru nógv spennandi nøvn við, har teir flestu spæla nógv ella rímiliga í fremstu føroysku deildini. 

B68 er best umboðaða felagið við fimm spælarum.

U21-hópurin:

Málverjar
Rasmus Olsen, FC Suðuroy 
Hans Jákup Arngrímsson, Víkingur 

Verjuspælarar:
Aron Reinert Hansen, B68 Toftir 
Jákup Norðoy Vilhelmsen, B68 Toftir *
Jónas Prior, 07 Vestur 
Ingi Arngrímsson, Víkingur 
Virgar Jónsson, EB/Streymur
Bjarti Thorleifsson, Skála ÍF

Miðvallarspælarar:
Jógvan Gullfoss, B36 Tórshavn
Mattias Hellisdal, B36 Tórshavn
Árni Nóa Atlason, Víkingur
Dávid Biskopstø Andreasen, KÍ Klaksvík
Heini Fossdalsá Sørensen, HB Tórshavn *
Hanus Højgaard, B68 Toftir *
Marjus Nón, B68 Toftir
Silas Gaard, 07 Vestur
Áki Samuelsen, Ranheim Fotball (Noreg) *

Álopsspælarar:
Jóhan Josephsen, B68 Toftir
Bartal Páll Klein, HB Tórshavn
Aron Benjaminsen, Kristiansund BK (Noreg)

* Hava verið við U21-landsliðnum til undankappingardyst(ir) áður

Undankappingin til EM 2027, 1. umfar
Klaksvík, leygardagin 7. juni
Føroyar - Estland

[object Object]
Ólavur Mikkelsen segði, at hann gleðir seg ógvuliga nógv til fyrstu uppgávuna (Mynd: Sverri Egholm)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder