Unity Arena, Olso (Portalurin): Tað var ikki serliga nógvur larmur í stórhøllini í Bærum, sum liggur í Oslo-útryðuni, meðan føroysku hondbóltsmenninir vandu.
Fram til 1998 lá sonevndi Fornebeu-flogvøllurin skamt hiðani. Í hesum døgum koma ein rúgva av flogførum við spentum føroyingum til norska høvuðsstaðnum - Atlantic Airways er í gongd við at gera eina loftbrúgv til Oslo.
Tað fyrsta flogfarið lendi í Gardemoen um middagsleitið við lokala tíð. Hetta var millum annað við føroysku spælarunum umborð.
Sí eisini: Pauli Jacobsen: - Eru í einari boblu - nú gleða vit okkum bara at koma í gongd
Her hava risa tónleikanøvn nøvn sum Rolling Stones, Metallia og Beyonce framført, og í 2010 var Eurovision í Unity Arena (fyrr Telenor Arena)
Fríggjakvøldið eru tað føroysku og sveisisku spælararnir, sum eiga stóra pallin, tá tey skulu spæla um týðandi EM-stig.
Pláss er fyri umleið 8.000 áskoðarunum, og til dystirnar hjá Føroyum fara sum skilst umleið 6.000 fólk í høllini at halda við Føroyum.
Les eisini: Vænta umleið 6.000 føroyskir hondbóltsfjepparar í Oslo
Talan er annars um gamla heimavøllin hjá fótbóltsfelagnum Stabæk. Sum vant var fótbóltur partur av upphitingini hjá hondbóltsmonnunum, men spælið var ikki til heiðurs fyri einum fótbóltsvølli: Einki mál, nógv skot framvið og bert hendinga fínar detaljur við bóltinum.
Tíbetur eru hondbóltsevnini har, og allir átjan vandu - Elias Ellefsen á Skipagøtu og Óli Mittún tó framvegis ikki saman við hinum allatíðina. Teir mugu metast sum ivasamir til fríggjadagin. Miðlarnir sóu ikki alla venjingina.
Sí myndir, ið Sverri Egholm tók í kvøld, niðanfyri:
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald