Oslo, Portalurin (FM1): Føroyar eru raktar av hondbóltsfepri, og her í norska høvuðsstaðnum merkir man meira og meira til, at nógvir føroyingar eru í býnum.
Tað verður ein stórur hondbóltsfríggjadagur við EM-dámi. Eisini á FM1 og á Portalinum.
Tvær beinleiðis sendingar
Pætur Nolsøe reikar fyri beinleiðis sending á FM1 frá klokkan 11. Sent verður frá størsta føroyska fjepparagistingarhúsinum í Oslo - og tí størsta gistingarhúsinum yvirhøvur í Noreg.
Har fara Tormóður Petursson Djurhuus og Pætur Nolsøe at hita upp til brakið saman við øðrum gestum. Eisini verða samrøður úr leikaraleguni at hoyra.
Tormóður Petursson Djurhuus verður fastur viðmerkjari og raportari í Oslo (Mynd: Sverri Egholm)
Sí eisini: - Vit fjepparar kunnu geva spælarunum tað seinasta
Seinnapartin verður stór upphiting mitt í Oslo, áðrenn farið verður út í høllina í Bærum (Fornebu). Til upphitingina, sum HSF-stórstuðlar skipa fyri, verða millum annað nógvur føroysk tónleikur.
Upphiting verða vit eisini til, og tosað verður við spentar føroyingar í tímanum millum klokkan 16 og 17, umframt at góður landsliðstónleikur verður at hoyra á FM1.
Alt er føroyskar tíðir
Lurta eftir FM1 her ella á vanligu frekvensunum.
Á Portalinum verður sum vant beinleiðis bloggur við nógvum myndum og øðrum dagføringum - myndir úr høllini og samrøður kunnu síggjast og hoyrast eftir dystin í kvøld.
Føroyar og Sveis spæla klokkan 19.30 føroyska tíð.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald