Fótbóltur

Elias: Hetta var forferdligt og nakað lort - men takk til áskoðararnar

- Tey eru fantastisk, staðfestir toppskjúttin í kvøld. Vit blíva betri og betri, men brenna ov illa og gera dýr mistøk. - Tað var beinleiðis flovisligt hjá Montenegro, og tað ávirkar eitt sindur.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2026-01-20 22:38 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Oslo, Noreg (Portalurin): Tað ávirkaði føroyingar nakað, tá teir sóu avrikið hjá Montenegro, og at Sveis vann við 17 málum.

Hetta staðfestir Elias Ellefsen á Skipagøtu, men nummar 71 er skjótur at leggja afturat, at hetta kunnu teir einki gera við, og at tað framvegis var á føroyskum hondum í kvøld:

- Tað var beinleiðis flovisligt, men vit fáa ikki gjørt nakað við tað. Vit kundu avgjørt tað sjálvir, men tað røkkir ikki...og tað var forferdligt.

Sí eisini: Eftir sveisiskan stórsigur: Føroyar skuldu hava stig móti Slovenia

Smáting avgjørdu hendan dystin, heldur spælskiparin. Elias Ellefsen á Skipagøtu vísir serliga á, at brend skot (samanlagt 19) kostaðu. 

Sjálvur var hann toppskjútti við 9 málum men brendi eisini fimm skot. Og Føroyar brendu ov nógv frí skot, samstundis sum nøkur ting ikki hingu saman í verjuni.

23-ára gamli Kiel-spælarin endar tó við at takka føroysku áskoðarunum: Teimum sum hava verið í Noreg og rópt og skrálað í eina viku - og øllum sum hava fylgt spent við í Føroyum.

- Uttan tykkum hevði tað ikki verið so gott. Tit eru fantastisk.

Les eisini: Taptu bólkafinaluna og mistu Malmö-møguleikan


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder