Seks dystir í 14. umfari í fremstu donsku kvinnudeildini vórðu spældir í gjárkvøldið, mikudagin 28. januar. Fýra umboð fyri føroyska landsliðið vóru í eldinum.
Horsens Håndbold Elite - Bjerringbro FH 34-28 (13-13)
Maria Pálsdóttir Nólsoy: 5 mál (8 skot), 4 upplegg og tvey vunnin brotskøst sum góvu mál
21-ára gamli bakspælarin skaraði av álvara framúr, tá HH Elite streyk avstað eftir steðgin og vann á botnliðnum Bjerringbro.
Tea Hein varð toppskjútti við heili 13 málum, men føroyski liðfelagi hennara var mest effektivi og vandamikli álopsspælarin í dystinum eftir hana.
11 málstig (mál+upplegg), tí Hein skoraði uppá brotskøstini sum Maria vann Horsens. Sambært tophaandbold.dk hevði skilagóði og kviki føroyski spælarin einki tekniskt mistak í dystinum.
Við sigrinum er Horsens nú á 8. plássi, sum gevur atgongd til ovara endaspæl í fremstu donsku deildini. Har endaðu Mariu Nólsoy og tær eisini í fjør.
![]()
Rakul Wardum og Maria Pálsdóttir Nólsoy til venjing undir HM-endaspælinum í Týsklandi. Báðar vóru í dysti í gjár - har hevði Maria fleiri orsøkir til at smílast (Mynd: Sverri Egholm)
Viborg HK - Ringkøbing HK 30-29 (16-14)
Rakul Wardum 3 bjargingar (eina uppá brotskast) - Jana Mittún spældi ikki fyri Viborg vegna sjúku
Talan var um ógvuliga tættan dyst mitt í Jútlandi, har Simone Petersen avgjørdi fyri heimaliðið við brotskasti í seinasta sekundi.
Tá var Stephanie Christensen í mál há Ringkøbing. Hon og Rakul Wardum spældu umleið helvt um helvt. Rakul bjargaði einum brotskasti, men annars gekst ikki so væl at fáa fatur á bóltunum: 18 skot á mál og tríggjar bjargingar.
Ringkøbing hevur ikki vunnið síðani móti Skanderborg í september - tíðliga í kappingini og er í botnstríðnum: Bert tvey stig frá Skanderborg, Bjerringbro og strikuni.
Les eisini: Súna stóran leiklut í lyklasigri hjá Skanderborg
Viborg er á 4. plássi, ið kann geva fyrimunir í endaspælinum. Í gjárkvøldið spældi liðið uttan Janu Mittún, sum serliga hevur stóran leiklut í álopsspælinum. Sambært Viborg Folkeblad var hoyvíkskvinnan sjúk, og Viborg vantaði hana í ivasama avrikinum.
Leygardagin spælir Viborg á útivølli móti oddaliðnum Team Esbjerg
HØJ Elite - København Håndbold 32-28 (18-22)
Marita Mortensen, eina útvísing
Eins og í dystinum siðsta vikuskifti, hevði Marita Mortensen lítlan leiklut í álopinum hjá uppflytarunum.
Bakspælarin er skrásett fyri eina útvísing í seks-máls tapinum í grannauppgerðini.
Leygardagin skal Marita Mortensen royna seg móti Rakul Wardum og Ringkøbing
Ikast Håndbold - Odense Håndbold 36-37 (17-21)
Claus Mogensen, landsliðsvenjari, er eisini høvuðsvenjari hjá Ikast. Liðið stendur seg væl í Champions League men er í løtuni nummar fimm í donsku deildini.
Í gjár var um reppið, at Ikast vendi dystinum móti Odense, sum er á 2. plássi. Í síðsta minutti hevði Ikast bóltin og kundi skora til 37-36 men misti bóltin, og Odense avgjørdi ístaðin.
Leygardagin seinnapartin vitja Claus Mogensen og lið hansara í Skanderborg, har Sùna Krossteig Hansen og tær taka ímóti - Súna K. Hansen hevði stóran leiklut í týðandi sigri hjá Skanderborg týskvøldið
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald