Fótbóltur

Váttað: Ungur norðmaður skal styrkja HB-álopið

19-ára gamli Storm Bugge Pettersen hevur, sum vit skrivaðu, verið til royndarvenjing og nú gjørt tvey-ára sáttmála - sama dag sum HB og Bartal Páll Klein hava slitið samstarvið..

Storm í reyðum og svørtum. Hann skiftir úr Sandefjord og hevur nakrar dystir í triðbestu norsku deildini á baki (Mynd: Havnar Bóltfelag)

Storm í reyðum og svørtum. Hann skiftir úr Sandefjord og hevur nakrar dystir í triðbestu norsku deildini á baki (Mynd: Havnar Bóltfelag)

2026-01-30 18:08 Author image
Agnar Prestá
placeholder

HB boðar tíðliga í kvøld frá stormávaring.

Ikki tí at tað er nógvur vindur í Gundadali - tað er tað sjálvdan har - men heldur tí man í norðara enda av Gundali hevur gjørt sáttmála við ein ungan norðmann, sum eitur Storm.

Tað er sami spælari, sum vit á Portalinum hava skrivað um fyrr í dag. 19-ára gamli  Storm Bugge Pettersen hevur vant við HB seinastu dagarnar og hevur staðið seg so mikið væl, at André Olsen og hinir hava gjørt av at fáa sáttmála í lag við nú fyrrverandi Sandefjord-spælaran.

Sí eisini: Ungur norðmaður til royndarvenjing - Leivur Guttesen venur við B36

Pettersen hevur ikki nógvar vaksnamannaroyndir, men hevur spælt nakrar dystir fyri næstbesta liðið hjá Sandefjord: Sandefjord er í Eliteseriuni. Í fjør spældi áleyparin átta dystir fyri Eik Tønsberg í triðbestu norsku deildini.  

[object Object]

Tá var Storm Bugge Pettersen leigaður út. Nú hevur hann skrivað undir tvey-ára sáttmála við HB.

Hetta hevur Havna Bóltfelag fyri stuttum váttað - stutt eftir at tað varð staðfest, at Bartal Páll Klein ikki spælir í felagnum í ár kortini.

Sí eisini: Bartal Páll Klein og HB enda samstarvið - endar helst í B36

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder