Fótbóltur

Toftamaður skal til læknakanning í Verona - verður søguligur

Tað vanta bert smálutir, áðrenn Andrias Edmundsson fremur stóra skifti og gerst fyrsti føroyingur í Serie A. Sum skilst verður verjuskansin kunngjørdur í morgin við einum sáttmála, ið er galdandi til 2029.

Frá triðbestu deildini í Póllandi til eina av bestu deildunum í heiminum uppá undir tvey ár - ferðin hjá føroyinginum hevur nakað serligt og er bygt á miðvíst og flott arbeiði (Mynd: Sverri Egholm)

Frá triðbestu deildini í Póllandi til eina av bestu deildunum í heiminum uppá undir tvey ár - ferðin hjá føroyinginum hevur nakað serligt og er bygt á miðvíst og flott arbeiði (Mynd: Sverri Egholm)

2026-02-01 14:55 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í norðuritalska býnum har heimskenda søgan hjá Shakespeare um Romeo og Juliet er staðsett, byrjar eftir øllum at døma skjótt eitt nýtt kapittul í føroyskari fótbóltssøgu: Eitt sum vónandi verður sum ein kærleikssøga - og ikki fær ein syrgiligan enda eins og søgan um unga parið úr Verona.

Eftirnavnið í hesari søguni er Edmundsson og ikki Capulet ella Montauge. Hansara pólska kapittul hevu nærum verið sum eitt ævintýr: Tað byrjaði í triðbestu deildini á sumri 2023, síðani eitt felagsskifti eitt ár seinni - og eina deild upp fyri hvørt ár. Føroyingurin hevur havt lyklaleiklut í fyrst uppflyting hjá Wisla Plock og síðani í nógva viðvindinum í Ekstraklasa: Lyklaspælari í bestu verjuni í deildini og hjá oddaliðnum.

[object Object]
Andrias Edmundsson 

Men stutt fyri at pólska deildin skuldi byrja aftur undan vetrarsteðginum, gjørdist hetta til eina "flytingarsaga"  - við føroyinginum í miðdeplinum.  

Í sambandi við uppflytingina í summar varð sáttmálin hjá Andrias Edmundsson av sær sjálvum longdur til juni 2027. Ein sonevndur klasulur varð útloystur. Men í vetur er vorið greitt, at feløg í millum annað Týsklandi, Onglandi og Italia vilja keypa føroyingin leysan. Og at Andrias Edmundsson sjálvur vil taka fetið víðari

Sí eisini: Andrias Edmundsson er vónbrotin - vil taka fetið víðari

Alt verður váttað í Verona í morgin

Eftir togtogan er nú so at siga púra greitt, at Andrias Edmundsson skiftir til Serie A. 

Sambært fleiri stórum italskum og pólskum miðlum, umframt altjóða flytingartíðindamonnum, er ein avtala komin uppá pláss millum Wisla Plock og Hellas Verona.

Hon inniber, at botnliðið í bestu italsku deildini keypir 25-ára gamla toftamannin fyri eina grundupphædd á umleið 20 milliónir krónur - har virði síðani kann fara uppum 25 milliónir krónur. Sambært meczyki.pl verður hetta næststørsta sølan í søguni hjá Wisla Plock. Vit vita eisini, at maðurin við ljósa hárinum eisini verður dýrasti føroyingur í søguni.

Andrias er ikki við Wisla Plock, sum í løtuni spælir fyrsta dystin eftir pólska vetrarsteðgin. Ístaðin skal føroyingurin flúgva til Italia í dag, har læknakanning er á skránni í morgin. Har skulu seinastu smálutirnar koma uppá pláss, og síðani verður ein sáttmáli galdandi til juni 2029 millum Andrias Edmundsson og Hellas Verona kunngjørdur.

Hetta skrivar millum annað RudyGaletti á X - tað er fótbóltsjournlisturin, við serøki innan flytingar, sum eisini fyrst skrivaði um, at Oxford United hevði bjóðað uppá Andrias.

Portalurin hevur eisini fingið váttað frá øðrum góðum keldum, at føroyski landsliðsprofilurin er at veg til Italia og á veg at fremja stóra skifti.

Um alt gongst sum ætlað í morgin, verður vejuspælarin av Toftum harvið fyrsti føroyingur í Serie A, sum er ein av sterkastu deildunum í heminum. 

Les eisini: Andrias Edmundsson er á veg til Serie A

Meira um Hellas Verona og Andrias Edmundsson seinni - dagført: 15.12


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder