Tað eydnaðist ikki fyri tveimum árum síðani í Týsklandi, tá Frakland var omaná eftir longda leiktíð í finaluni.
Men í kvøld bragdaði hjá dønum. Hóast nógv gull tey smáu tíggju árini undir Nikolaj Jacobsen, so hevur EM-heitið vantað. Undan dagsins finalu í Herning hevði Danmark ikki vunnið tað síðani 2012
Við sigrinum á Týsklandi hevur Danmark nú øll tey trý stóru heitini í manshondbólti: OL, EM og HM (fýra á rað). Tað er bert Frakland, sum eisini hevur megnað hetta: Eftir EM-gullið í 2010 høvdu fronsku serfrøðingrarnir øll heitini í sínum hondum.
Tað fara danir at hava næsta árið: Til HM 2027, sum verður í Týsklandi, byrjar Har skal heimsmeistaraheitið aftur verjast.
![]()
Evropameistararnir 2026 Danmark er fyrsta lið í 24 ár - síðani Svøríki á heimavølli - sum vinnur EM á heimavølli (Mynd: EPA)
EM-finala
Sunnudagin 1. febuar 2026 - Jyske Bank Boxen
Danmark - Týskland 34-27 (16-14)
Jóhan á Plógv Hansen: 7 mál (8 skot) - Næstbesti málskjútti
Toppskjútt: Simon Pytlick 8 mál
Týskland hekk í leingi - Danmark hevði meira at spæla uppá
Tølini í úrslitinum lúgva eitt sindur. Ikki tí; danir vóru omaná so at siga allan vegin. Men Týskland bjóðaði av álvara av í Boxen - nógv meira enn í OL-finaluni millum liðini fyri 17 mánaðunum síðani. Juri Knorr og serliga Julian Köster góvu donsku verjuni veruligt høvubrýggj fyrstu løtuna, og týska spælið var flott størsta partin av 1. hálvleiki.
Magnus Saugstrup var einasti danin á dómaraseðlanum, sum vanliga spælir á strikuni og í miðverjuni: Simon Hald (heilsan), Emil Bergholdt (fótur) og Lukas Jørgensen (knæ) sótu uttanfyri, so aðrar loysir vórðu nýttar í donsku miðverjuni. Tað eydnaðust væl við Thomas Arnoldssen til tíðir og serliga Mads Hoxer í longri løtum. Í málinum var Kevin Møller komin væl inn fyri Emil Nielsen. Møller, sum í summar skiftir til GOG, kennir týsku skjúttarni frá Bundesliguni, og hetta hjálpti helst. Royndi málverjin varð kosin til dagsins mann.
![]()
Kevin Møller stórfegnast eftir eina av sínum átta bjargingum (Mynd: EPA)
Thomas Arnoldssen kom inn í hópin í vikuni. Aalborg-bakkurin hevur verið skaddur síðani mitt í november, men hann gjørdi stóran mun í álopi og í verju hetta finaluvikuskifti (Mynd: EPA)
Størsti trupulleikin hjá Danmark í 2. hálvleiki var Andreas Wolff. Kiel-málverjin hevur eginleika at nærum steingja málið við risabjagingum, og tað gjørdi "úlvurin" eina løtu í 2. hálvleiki. Wolff pilkaði nógv skot og helt Týsklandi inni í dystinum.
Jóhan á Plógv Hansen var nærum lýtaleysur
Danmark slapp harvið ikki veruliga avstað, og í einari løtu miðskeiðis í 2. hálvleiki skoraði Danmark bert tvey brotskøst, meðan spenningurin vaks.
Hesi brotskøstini tók Jóhan á Plógv Hansen. 31-ára gamli vongurin er uppvaksin í Kyndli og hevur í yvi 10 ár spælt á danska landsliðnum. Hann er ferfaldur heimsmeistari, og í kvøld átti hann stóran leiklut í, at Danmark nú eisini er evropameistari:
Átta skot og sjey mál - bert Simon Pytlick skoraði fleiri í finaluni. Jóhan á Plógv Hansen brendi fyrsta skotið, men var síðani lýtaleystur: Bæði í horninum men eisini úr sjey metrum.
Emil Jakobsen brendi sítt fyrsta brotskast, men so tók føroyingurin yvir. Og hann skoaði uppá øll síni fýra brotskøst - øll vóru á sín hátt í týðandi løtum í finalusigrinum.
![]()
Andreas Wolff stóð væl í týska málinum, men Jóhan á Plógv Hansen vann so at siga allar nærdystirnar við stóra mannin (Mynd: EPA)
Sí eisini: Video: Jóhan lumpar týska úlvin
Dagført: 19.35
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald