- Time to say goodbye
Við heitinum á ensku útgávuni av "Con te partirò" hjá italska tenorinum Andrea Bocelli, hevur Wisla Plock seinnapartin lagt hesa myndina út:
![]()
Felagsmynd í sambandi við stóra skiftið hjá Andriasi - og hjá felagnum (Mynd: Wisla Plock)
Her sæst Andrias Edmundsson - við langa ljósa hárinum í vanligum svørtum jakka nakað vil vinstru - saman við nú fyrrverandi liðfeløgunum og partar av Plock-toyminum. Hóast nakrar gníggingar, og tað at Andrias verður saknaður í felagnum, so eru tey flestu rundanum helst fegin hansara vegnum, nú leiðin gongur til Italia.
Sí eisini: Andrias Edmundsson er vónbrotin - vil fylgja dreyminum víðari
Wisla Plock er oddalið í Ekstraklasa og vann í gjár 2-1 á Rakow í fyrsta umfari eftir vetrarsteðgin. Hetta var uttan Andrias Edmundsson, sum í gjár fór úr Póllandi. Fyri seinastu ferð á hesum sinni.
Toftamaðurin var fastur maður teir 18 mánaðirnar í Póllandi og var við at fáa Wisla Plock upp í bestu pólsku deildina aftur; og var lyklaspælari hjá oddaliðnum og í bestu verjuni í Ekstraklasa hetta kappingarárið. Nú skal Plock royna at vinna meistaraheitið uttan føroyinginum, sum er farin víðari.
![]()
Dzieki er pólska orðið fyri "takk", og Andrias varð róptur Edi í Póllandi (Mynd: Wisla Plock - løgd út í dag)
Tann næstdýrasti í søguni
Andrias Edmundsson skal næstu mánaðirnar royna at gera stítt fyri, at Hellas Verona verður verandi í Serie A.
Feløgini hava ikki upplýst prísin fyri føroyska miðverjan, men grundupphæddin liggur beint undir 20 millónir krónur - flestu miðlarnir og síðan Transfermarket - skriva 2.5 milliónir evrir, sum er beint omanfyri 18 milliónir krónur.
Við klasulum kann hetta fara nakrar milliónir upp, men tað er longu greitt, at føroyski miðverjin nu er næstdýrasta sølan hjá Wisla Plock.
Hetta skriva pólskir miðlar, og tað vísir transfermarkt.com eisini. Tað er bert Arkadiusz Reca, pólski vinstri bakkurin, sum Wisla Plock hevur selt fyri eina stóra upphædd. Hetta var í 2018, og tað var eisini til Serie A: Atlanta keypti Reca úr Wisla Plock fyri 3,7 milliónir.
25-ára gamli toftamaðurin er greitt dýrasti føroyingurin í søguni.
Sí eisini: Endaliga Staðfest: Andrias Edmundsson til Hellas Verona
![]()
Úr ljósabláum og hvítum og meira myrkt blátt og gult (Mynd: Hellas Verona)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald