Fótbóltur

Endaliga staðfest: Andrias Edmundsson til Hellas Verona

Læknakanningin er avgreidd, og føroyingurin hevur skrivað undir sáttmála við Serie A-felagið, sum er galdandi til og við juni 2029.

Eitt stórt fet fyri Andrias Edmundsson og føroyskan fótbólt (Mynd: hellasverona.it)

Eitt stórt fet fyri Andrias Edmundsson og føroyskan fótbólt (Mynd: hellasverona.it)

2026-02-02 13:33 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Eftir gitingar, gníggingar og samráðingar seinastu dagarnar kom avtala í lag millum Wisla Plock og Hellas Verona um Andrias Edmundsson júst farna vikuskifti.

Sí eisini: Toftamaður skal til læknakanning í Verona - verður søguliur

Læknakanningin í Norðuritalia er framd, og nú hevur 25-ára gamli toftamaðurin skrivað undir sáttmála við Hellas Verona, sum er galdandi til og við juni 2029.

Feløgini hava tíðliga seinnapartin, á seinasta degnum í flytingarvindeyganum, kunngjørt skiftið.

Serie A-felagið skrivar millum annað á heimasíðu sínari, at Andrias Edmundsson hveur spælt 19 A-landsdystir fyri Føroyar.

[object Object]
Andrias í Italia - liðið spælir í gulum og bláum, sum eru litirnir hjá felagnum 

[object Object]Søgulig undirskrift: Fríggjadagin kann Andrias Edmundsson gerast fyrsti føroyski spælarin í Serie A (Mynd: Hellas Verona)

Evnaríki og ágrýtni verjuspælarin hevur verið í Sunderland, í Águilas (Spania), Chojniczanka (triðbestu deildini í Póllandi) og seinast Wisla Plock.

Framgongdin hjá føroyinginum hevur verið týðilig - eins og hon hjá Plock - og á wisla-plock.pl takka tey "Edi" fyri tíðina.

Føroyski landsliðsmiðverjin hevur gjørt sítt í Póllandi, har hann var við at fáa Wisla Plock upp í bestu deildina og síðani upp á 1. pláss í Ekstraklasa. Nú skal Andrias royna at vera við at halda Hellas Verona uppi í Serie A.

Liðið er aftast, og venjarin, Paulo Zanetti, er í dag uppsagdur - meira um hetta seinni.

Keypsprísurin er ikki upplýstur, men sambært fleiri miðlum og flytingartíðindamonnum liggur grundupphæddin á umleið 20 milliónir krónur. Hon kann koma upp á 26 milliónir krónur við klasulum.

Les eisini: Andrias Edmundsson er á veg til Serie A

Frá triðbestu pólsku deildini til Serie A uppá stutta tíð: Andrias Edmundsson verður skjótt fyrsti føroyingur í einari av heimsins bestu fótbóltsdeildum. Hellas Verona spælir týðandi botndyst á heimavølli móti Pisa fríggjakvøldið 6. februar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder