Sum so ofta fyrr skal føroyska fótbóltslandsliðið hjá monnum á venjingarlegu í heitari umstøðum, tá eitt av "landsliðsvindeygunum" er síðst í mars.
Føroyingar hava ofta verið á venjingarstaði í Spania, har man síðani hevur spælt venjingardyst móti øðrum evropeiskum londum.
Soleiðis verður ikki hesaferð.
Til Miðeysturs
- Í døgunum 23. til 31. mars fer manslandsliðið á venjingarlegu í Sameindu Emirríkjunum, har tveir venjingardystir eisini vera á skránni.
Hesum boðaði Fótbóltssamband Føroya frá á heimasíðu sínari fyri løtu síðani.
Arbeitt hevur sum skilst verið við hesum í einari tíð, og nú er tað komið so mikið nógv uppá pláss, at tað ber til at vátta.
Annar venjingardysturin, tann fyrri á túrinum, er tó ikki endaligur enn. Hann verður hósdagin 26. mars í Dubai, sum er eitt av Sameindu Emirríkjunum. Sum skilst verður hesin mest sannlíkt móti Singapore - tað hevur Portalurin fingið upplýst.
Tann seinni verður mánadagin 30. mars móti júst Emirríkjunum. Talan er um landið, sum á enskum eitur UAE (United Arab Emirates)
FSF upplýsir, at á nýggjasta styrkislistanum hjá FIFA eru Sameindu Emirríkini nummar 68 av teimum 211 londunum, sum eru limir í altjóða fótbóltssamgonguni, FIFA. Føroyar eru í løtuni nummar 125 á listanum.
Kappingardystir vera aftur í heyst - lutakast hósdagin 12. februar
Føroyar vunnu seg fleiri pláss upp á styrkislistanum við søguliga góða árinum í fjør.
Hetta hevur millum annað gjørt, at liðið er tilnevnt til Ársins Ítróttarnavn 2025.
Les eisini: Ítróttanavnið: Vár, Jana og manslandsliðið í fótbólti kunnu vinna
Hetta ger eisini, at vónirnar eru góðar til Nations League-kappingina í heyst, har Føroyar skulu spæla móti nøkulunda javnsterkum liðum.
Venjingarlegan í Sameindu Emirríkjunum er týðandi partur av fyrireikingunum til UEFA Nations League 2026. Lutakastið til UEFA Nations League verður í Brússel í næstu viku, hósdagin 12. februar.
Í juni verða aftur tveir venjingardystir á skránni, men hvørji mótstøðulondini vera, er ikki komið uppá pláss enn, staðfestir FSF.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald