Fyrsta uppgávan hjá Peter Bredsdorff-Larsen sum føroyskur landsliðsvenjari var undankappingin til HM 2023. Tá byrjaðu Føroyar í fyrsta umfari - lógu niðarlaga á styrkislistanum hjá EHF og høvdu ikki verið nær námind einum vaksnamannaendaspæli.
Við sigrum á Italia og Lettlandi á heimavølli í januar 2022, eftir skelkandi tap fyri Luksemborg í fyrsta dystinum, vunnu Føroyar bólkin og sluppu til 3. umfar. Hvítarussland varð júst um ta mundið útihýst í altjóða dystum vegna stuðulin til Russland í samband við innrásina í Ukraina. Føroyar trektu Hvítarussland í 2. umfari og hoppaðu beinleiðis til Týskland í play-off umfarinum.
Har var lutakastið ikki eins heppið. Hóast ein flottan fyrra hálvleik á Hálsi (16-15), so vóru týskarar sum væntað væl sterkari: Einki søguligt HM longu tá.
![]()
Elias Ellefsen á Skipagøtu og Føroyar spældu ein flottan heimadyst móti Johannes Golla og Týsklandi - men tað rakk ikki til HM-pláss. Nú er vegurin ikki eins grýtutur
Norðurmakedónar sluppu millum annað at spæla óvanliga hart í Skopje. Føroyar høvdu annars fínan HM-møguleika fyri tveimum árum síðani (Mynd: Sverri Egholm
Føroyar vóru til EM-endaspælið í júst Týsklandi í 2024, men í mai sama ár glapp HM-plássið av hondum: Føroyar fingu annars rímiliga gott lutakast, sum ikki-styrkismett, til røkkstøkkdystirnar um at koma til HM 2025. Tá var liðið ikki styrkismett, tí føroyingar endaðu nummar fýra (aftast) í sínum EM-bólki
Føroyar vunnu fyrra dystin móti Norðurmakedónia við sjey málum, men tað er nakað annað at spæla í Skopje enn á Hálsi. Í torføru umstøðunum fýra dagar seinni stóð føroyska liðið ikki ímóti - og tapti við átta málum.
Næsta HM-endaspæl verður í Týsklandi í januar 2027
Hvat skal til fyri at koma til HM í Týsklandi
Tað er í roynd og veru einfalt. Framvegis ikki lætt - men væl lættari enn áður:
- Vinna Føroyar samanlagt í røkkstøkkdystunum (play-off umfarinum) í mai, so skulu menninir í januar spæla sítt fyrsta HM-endaspæl higartil.
Talan er um tveir dystir, ein á útivølli og ein á heimavølli móti sama landi, har liðið við flest málum eftir báðar dystirnar spælir seg víðari til HM.
Hví bert tveir dystir?
Tað er so mikið stutt ímillum EM og HM, at evropeiska hondbóltssamgongan nýtir EM sum ein part av undankapppingini til HM:
- Lið, sum ikki eru við til EM-endaspæl, spæla fyrst eitt umfar (sum Føroyar í januar 2022).
- 2. umfar er síðani í mars, har liðini ið endaðu aftast í sínum bólkum i EM og vinnarar úr 1. umfari, uframt nøkur onnur eru við - millum annað spæla Montenegro (nummar 4 í okkara EM-bólki) og Finnland. Tey spæla tveir dystir móti hvørjum øðrum. Samanlagdu vinnararnir fara víðari til 3. umfar.
- Har bíða trý'ararnir úr EM-bólkaspækinum 2026, har ímillum Føroyar, umframt tey seks londini úr miðumfarinum, sum ikki komu víðari til endadystirnar. Har eru sterk lond sum Spania, Slovenia, Noreg og Frakland.
Soleiðis sær 3. og seinasta HM-undanumfar út. Føroyar (ovast til høgru) vóru styrkismettar - men kundi framvegis fingið væl verri mótsstøðu tað sama (Mynd: EHF)
Nærum eitt dreymalutakast
Føroyar komu ikki bert beinleiðis til 3. og seinasta umfar í HM-undankappingini. Liðið varð eisini styrkismett til lutakastið, sum var leygardagin.
Partvíst tí føroysku menninir endaðu nummar trý í EM-bólkinum, og vegna samlaðu úrslitini seinastu árini. Harímillum er 1. plássið í seinasta EM-undankappingarbólki. Føroyar hava millum annað yvirhálað Kekkia á styrkislistanum. Kekkar vóru beint uttanfyri styrkismeting....og endaðu við Fraklandi.
Okkara lutur varð ein túrur til Balkan í fyrra dystinum. Talan verður um vinnaran í uppgerðini millum Bosnia-Hersegovina og Kosovo, sum hittast í mars.
- Hetta var tað næstbesta, sum kundi henda, helt Hjalti Mohr Jacobsen fyri, tá Portalurin stutt eftir lutakastið tosaði við hjálparvenjaran á landsliðnum.
- Um man hyggur eftir øllum, so var hetta tað næstbesta, sum kundi henda. Vit kundu enda við at trekt sterkari lið, og vit fegnast eisini um, at seinni dysturin verður spældur á heimavølli.
Les eisini: Føroyar skulu spæla móti Bosnia ella Kosovo um søguligt HM-pláss
Tað er ilt at siga ímóti hesum. Føroyar spældu móti Kosovo í seinastu EM-undankapping og vunnu samanlagt við 13 málum yvir tveir dystir. Kosovo og Bosnia endaðu bæði aftast í sínum undankappingarbólkum til EM og spæla tískil í 2. undanumfari nú.
Tey hava sínar dygdir, og tað verður mest sannlíkt serliga trupult í útidystinum. Men Føroyar kunnu, líkamikið hvat, avgerða alt við Tjarnir 16/17 mai. Tað er ein greiður fyrimunur.
Hetta er greitt besti møguleiki higartil hjá føroyska manslandsliðnum at fyri fyrstu ferð spæla seg til eitt HM-endaspæl - og hetta er ein støða, sum liðið partvíst hevur vunnið seg í. Skjótt skal seinasta fetið takast.
HM røkkstøkk-umfar (play-off)
13/14 mai:Bosnia & Hersegovina/Kosovo - Føroyar
16/17 mai: Føroyar - Bosnia & Hersegovina/Kosovo
Samanlagdi vinnarin í hesum dystunum skal spæla í HM-endaspælinum í Týsklandi í januar 2027
Sí eisini: Føroyingar kendu ikki sína vitjunartíð í Oslo - men tíðin kemur aftur
Kvinnurnar vóru til søguligt HM - eisini í Týsklandi - fyrr í vetur. Tær eru í gongd við undankapping til EM, sum verður í desember. Byrjað verður aftur við lykladysti á heimavølli móti Portugal við Tjarnir 4. mars.
Meira um hetta seinni í vikuni
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald