Hondbóltur

Føroyingar kendu ikki sína vitjunartíð í Oslo - men tíðin kemur aftur

Nøkur mál og nakrir marginalar, umframt vantandi royndir og kynsima í løtum, gjørdu, at Føroyar ikki komu við til Malmø. Í mai skal manslandsliðið aftur royna at spæla seg til eitt endaspæl.

Føroyingar stríddust væl og vóru áleið so nær við, sum til ber - men tað rakk ikki til miðumfarið hjá unga liðnum, sum annars hevði stóran stuðul og sínar møguleikar (Mynd: Sverri Egholm)

Føroyingar stríddust væl og vóru áleið so nær við, sum til ber - men tað rakk ikki til miðumfarið hjá unga liðnum, sum annars hevði stóran stuðul og sínar møguleikar (Mynd: Sverri Egholm)

2026-01-29 16:59 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Nú meginumfarið í EM-endaspælinum er av ber til at líta eitt sindur afturá. Tað eru bert stór átta samdøgur síðani, at føroyingar stríddust við slovenar um 1. plássið í bólki D. Tað endaði í føroyskum vónbroti: Trý-máls tapið merkti eitt 3. pláss í bólkinum - og atgongumerki heim heldur enn til Malmö.

Les eisini: Taptu bólkafinaluna og mistu Malmö-møguleikan

[object Object]
Føroyingar løgdu alt eftir sær á hallargólvinum í Oslo, men tað rakk tíverri júst ikki til at koma víðari (Mynd: Sverri Egholm)

Myndir: EM-dreymurin brast

Montenegro hjálpti als ikki. Undan og undir dystinum móti Sveis á seinasta leikdegi sá tað út sum, at teir ikki hjá Montenegro ikki veruliga tímdu at spæla ein slíkan dyst á EM-stigi. Tað var ikki "eitt EM verdugt....men soleiðis er tað", staðfesti Peter Bredsdorff-Larsen fyri Portalinum á kvøldinum. Og Elias Ellefsen á Skipagøtu segði soleiðis um 17-máls tapið hjá Montenegro, sum gjørdi, at Føroyar skldu hava stig móti Slovenia fyri at koma víðari.

-  Tað var beinleiðis flovisligt, tað sum Montenegro vísir í kvøld, men vit fáa ikki gjørt nakað við tað. Vit kundu avgjørt tað sjálvir, men tað røkkir ikki...og tað var forferdligt.

Sí eisini: Elias: Hetta var forferdeligt og nakað lort - men takk áskoðararnar

Og ja; sum spælskiparin hjá Føroyum staðfesti 20. januar í Unity leikhøllini: Sveis yvirhálaði Føroyar í málúrttøku undan seinasta bólkadystinum, men alt var framvegis á føroyskum hondum. 

[object Object]Peter Bredsdorff-Larsen var eftir dystin argur inn á smáting móti Slovenia, og eitt sindur inn á teir Montenegro. Venjarin helt, at Føroyar høvdu eitt flott endaspæl í Oslo, men "at man skuldi skunda sær at gerast betri" (Mynd: Sverri Egholm) 

[object Object]
Slovenar nýttu øll kneb - summi skitin - fyri at steðga føroyingum (Mynd: Sverri Egholm)

Tað var bert fyrstu løtuna av 2. hálvleiki í avgerandi dystinum, at Føroyar vóru omaná. Annars vísti Slovenia sítt snildni og sínar dygdir í álopinum: Teir funnu ofta líka tí seinstu og røttu alveringina, meðan vit skulu gera tey lítlu tingini betri, staðfesti Peter Bredsdorff-Larsen millum annað. Ofta vóru teir skjótir fram í álop og svaraðu aftur eftir føroyskt mál. Og í hesum dystunum sýndu slovenar eisini styrki og áræði í verjuni.

Slovenia lat 40 mál inn móti Montenegro og 35 móti Sveis. Liðið var uttan sín skadda fyrsta málverja (Klemen Ferlin) og sín besta verjuspælara (Blaž Blagotinšek) í kappingini og sá út til at leka. Men í bólkafinaluni fekk Balkan-landið í løtum gott tamarhald á føroyska 7 móti 6-spælinum.

Føroysku spælararnir tyktuskt stríðast meira við at finna loysnirnar út á dystin eftir millum annað nógvar harðar nærdystir. Ikki tí; Føroyar høvdu sum útgangspunkt nóg nógv skot til at vinna. Tey vóru 46 í tali, men skoraðu føroyingar bert 27 ferðir: Eitt gagnnýtisprosent á 58 er sum oftast ov lítið á slíkum stig. Tað merktist eisin -i eins og móti Sveis - hvussu høgt stigið í EM er, og hvussu náðileyst tey lítlu mistøkini verða revsaði.

Les eisini: Brendu ov illa og vóru ov ofta lumpaðir av snildu slovenunum

Hetta var hægst styrkismetta liðið í bólkinum, og í 2024 endaði Slovenia á 4. plássi í OL. Hóast mongu skaðarnar vóru tað tveir spælarar úr Barcelona, sum stýrdi tingunum í bakketuni. Og aðrastaðni vóru royndir menn, sum dagliga spæla á høgum stigi.

Føroyingar høvdu ongantíð staðið í hesari støðuni: At hava alt uppá spæl fyri at koma víðari í einum vaksmannaendaspæli. Slovenar hava roynt slíkt og spældu í hægsta girið fyri at koma víðari við tveimum stigum.

Tað er tó at iðra seg um, at man hevði møguleikan at taka Slovenia í "einari veikari løtu". Í mun til undanfarnu ár, hava slovenar ikki verið á sama stigi í hesum endaspælinum - tað er man sjálvdan við tíggju skaðum - og liðið vann bert ein av fýra dystum í miðumfarinum. Neyvleiki og tey lítlu tingini í ymiskum pørtum av spælinum høvdu koppað hesum til føroyskan fyrimun.

[object Object]

12 dýrir minuttir móti Sveis - nummar 13 í EM

Føroyar vóru styrkismettar í styrkisbólki tvey av fýra vegna 1. plássið í undankappingini. Hetta gav á pappírnum góðar fyritreytir til at verða annað av liðnum, sum kom víðari. Og við nevndu skaðunum var Slovenia kanska tað veikasta av liðnum úr ovasta styrkisbólkinum - hóast tað altíð fór at vera eitt trupul dystur.

At Føroyar fingu Montenegro úr 3. potti, var man ikki serliga keddur av. Serliga ikki tá stjørnumálverjin Nebojsa Simic var skaddur til endaspælið. Og Montenegro endaði samanlagt næstniðast av teimum 24 londunum í endaspælinum - bert Ukraina avrikaði verri í endaspælinum. Kanska føroyingar tóku pippið frá teimum við framúr avrikinum tann søguliga sunnudagin 18. januar, tí í 1. umfari var Montenegro nær við at vinna á Slovenia.

Sí eisini: Stórur og søguligur sigur í Oslo

[object Object]
Óli Mittún var fullkomiliga flúgvandi móti Montenegro - og tað vóru føroyingar sum heild eisini 

[object Object]Yvir 6.000 føroyingar koyrdu á Oslo, og hetta gevur eisini prosent - her fegnast fólk eftir enn eitt mál móti Montenegro (Myndir: Sverri Egholm)

Alla myndirnar frá søguliga og flotta føroyska kvøldinum í Unity leikhøllini

Fyrsti endaspælssigurin hjá monnum var við 13 málum. Og Føroyar enda á júst einum 13. plássi í EM-endaspælinum. Tað er eitt pláss frá at vera í miðumfarinum - tað fremsta liðið av øllum sum ikki kom víðari úr bólkaspælinum - og bert fýra mál frá Sveis.

Støðan í bólki D - tvey lið koma víðari til Malmö:
1. Slovenia 4 stig - víðari
2. Sveis 3 stig (+14) *
-------------------------------
3. Føroyar 3 stig (+13)
4. Montenegro 0 stig - úti *

* Ein dyst fleiri 

Tvey lið koma víðari, og harvið eru Føroyar úti. Enda sum nummar 13 av teimum 24 liðnum í EM-endaspælinum

Samanlagt vunnu Sveis og Slovnia bert tveir dystir í miðumfarinum í Malmö. Bæði fingu stig móti Ungarn meðan Sveis megnaði at spæla javnt móti Íslandi

Fýra mál - tað var alt: Sveisar komu víðari úr bólkinum, tí teir vunnu við fýra málum fleiri móti Montenegro, sum tá var púra uttan eldhuga: Bæði liðini taptu við trimum málum móti Slovenia, og innanhýsis var tað javnleikur.

Í mun til nevnda lutakast kom Sveis úr 4. og niðasta potti - sum tað sterkasta av teimum seks møguleikunum har. Harvið var hetta ikki nøkur dreymamótstøða fyri Føroyar, sum serliga Ukraina ella Georgia høvdu verið. Heldur skuldi føroyska liðið møta einum, sum eisini er á veg fram - og sum millum annað hevði tíggju Bundesliga-spælarar í hópinum.

Føroyingar vóru tó, eftir eina frálíka byrjan uppá seinna hálvleik móti Sveis, á odda við seks málum, tá beint yvir 36 minuttir vóru farnir. Men so steðgaði tað upp hjá Føroyum, og stórar tólv minuttir seinni var 19-21: Frá 19-13 til at vera aftanfyri.

Hesa løtuna vístu millum annað sveisiski málverjin Nikola Portner og bakspælarin Manuel Zehnder, báðir úr Champions League-meistaraliðnum Magdeburg, sínar dygdir. Vegna ávíkavist og skaða, høvdu teir næstan ikki spælt í eitt ár, so teir komu rustaðir inn til hendan lykladystin. Men eins og hjá slovenum: Dygdir og royndir frá høgum stigi telja nógv upp.

[object Object]Pauli Jacobsen stórbjargaði frá Zehnder 15 sekund fyi leiklok....

[object Object] og Vilhelm Poulsen javnaði í hinum endanum (Mynd: Sverri Egholm)

Føroyar stríddu seg aftur og javnaði í seinasta sekundi: Sinnislig styrki og dygdir vístar í trongari støðu. Men tað at man brádliga stóð við seks-máls leiðslu móti Sveis, sá út til nærum gera føroyingar bilsnar. Aftur ein nýggj støða: At vera so greitt at odda í týðandi endaspælsdysti. Hesir 12 minuttirnir uttan mál og við ov lítlum mótstøðuføri kostaðu nógv.

Móti Motenegro gekst ógvuliga væl at halda leiðsluna og so líðandi økja um hana. Hevði tað eydnast at vunnið á Sveis, hevði dysturin móti Slovenia eftir øllum at døma "bert" snúð seg um at fáa stig víðari til miðumfarið ella ikki - og so høvdu Føroyar havt verið í fýra stórum og uppaftur meira læruríkum dystum síðstu vikuna.

Lærupeningi hjá einum ungum liði

Teir tríggir dystirnir í Oslo vóru tó minnsríkir og læruríkir í sær sjálvum. Teir fara at geva føroyska manslandsliðnum nógv virðismikið frameftir. At Føroyar á ymsan hátt vóru hepnir við, hvørjum teir hittu júst nú, og at man hevði yvir 6.000 fólk í rygginum á staðnum átti at gjørdi sítt - og tað gjørdi áskoðarafaktorurin sanniliga eisini: Føroyingar bergtóku aftur uttanfyri vøllin eisini: Føroysku fjeppararnir vóru aftur fantastiskir - Teir bestu í endaspælinum.

Elias Ellefsen á Skipagøtu hevði nógvar frálíkar atgerðir í Oslo, men hansara fyritreytir vóru verri hesaferð: Mest sentrali føroyski spælarin spældi ikki nakan hondbóltsdyst vegna skaða í økslini í mánaðinum upp til EM. At Elias verður meira birgur upp til okkurt endaspæl, fer at geva Føroyum uppaftur meira.

Hóast man kennir nøvnini á føroysku monnunum væl enn, so er framvegis talan um eitt ungt lið. Miðalaldurin á teimum átta, sum spældu mest - Føroyar spæla oftast 7 móti 6 - var beint undir 24. Hetta er ógvuliga lítið, í mun til onnur lið í EM. Tað fortelur okkum millum annað tað, at framtíðin er fyri hesum føroyska liðnum.

Tað hevur longu ment seg nógv síðani fyrsta EM-endaspælið, og helst eisini lært av teimum tyngru løtunum. Nógvir spælarar eru á høgum stigi, og fleiri eru seinastu árini farnir eina hill ella tvær hægri á felagsstigi. Møguleikarnir fara at koma aftur, um Føroyar sum landslið og spælararnir sum einstaklingar halda fram at vísa sínar dygdir. 

Vit hava spælt eitt flott EM-endaspæl. Men vit skulu skunda okkum at geast betri
- Peter Bedsdorff-Larsen eftir tapið fyri Slovenia: -

Føroyska manslandsliðið hevur í mai møguleikana at spæla seg til sítt triðja endaspæl. Hetta við HM røkkstøkkdystum (play-off dystum). Tað verður ein dystur heima og ein úti, og samanlagdi vinnarin spælir seg víðari til endaspæli, sum verður í Týsklandi í januar 2027.

Meira um hetta seinni í kvøld.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder