Fótbóltur

Spennandi lutakast fyri Føroyar um eina viku

Hósdagin 12. februar verður greitt, hvørjum manslandsliðið skal spæla ímóti í Nations League í heyst. Føroyar eru í potti trý av fýra í Deild C.

Eftir metárið í 2025 er bíðitíðin long, til føroyska manslandsliðið aftur skal spæla um stig. Her síggjast Andrias Edmundsson og Odmar Færø eftir søguliga 4-0 sigurin á Motnenegro - júst Motnenegro er í ovasta potti/styrkisbólki (Mynd: Sverri Egholm)

Eftir metárið í 2025 er bíðitíðin long, til føroyska manslandsliðið aftur skal spæla um stig. Her síggjast Andrias Edmundsson og Odmar Færø eftir søguliga 4-0 sigurin á Motnenegro - júst Motnenegro er í ovasta potti/styrkisbólki (Mynd: Sverri Egholm)

2026-02-05 15:39 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Eftir metárið í 2025 er bíðitíðin long, til føroyska manslandsliðið aftur skal spæla um stig.

Sí eisini: Ítróttanavnið: Vár, Jana og manslandsliðið í fótbólti kunnu vinna

Tveir venjingardystir eru á skránni í Dubai í mars - ein móti Emiríkjunum og ein mest sannlíkt móti Singapore - og aftur í juni er talan um venjingardystir.

Men síðst í september skulu Føroyar spæla kappingardystir. Talan er um Nations League Deild C, ið Føroyar hildu seg í við sigri í fyrsta dystinum hjá Eyðuni Klakstein  í november 2024. Hetta er tann næstniðasta av teimum fýra deildunum í kappingini. 

Fyrstu fýra umførini í Nations League verða spæld í døgunum 23. september til 5. oktober.
Tvey tey síðstu umførini vkulu spælast 11. - 16. november

Í styrkisbólki trý - Javngóð mótsstøða

Føroyar eru í styrkisbólki trý av teimum fýra.

Harvið eru serliga tey í potti á pappírinum nakað sterkari enn Føroyar - men tað eru ikki nógvir mánaðir síðani, at føroyingar vunnu 4-0 á Montenegro.

Í mun til liðini í potti tvey burdu Føroyar havt fínar møguleikar; serliga á heimavølli.

Móti liðunum í niðasta pott standa føroyingar sum favorittar; líkamikið hvørjum man møtir.

Nations League Deild C
Pottur 1:
Ísland
Albania
Montenegro
Kasakstan

Pottur 2: 
Finnland
Slovakia
Bulgaria 
Armenia 

Pottur 3:
Belarus (Hvítarussland)
Føroyar
Kýpros
Estland

Pottur 4: 
Moldova
San Marino
Lettland/Gibraltar
Luksemborg/Malta

Eitt lið úr hvørjum potti verður trekt í hvønn bólk.

Eittarin úr hvørjari deild flytur upp, og numar tvey spælir um tað. UEFA kunnar um, at tað er ikki endaliga greitt enn, hvussu eitt gott úrslit í Nations League kann ávirka, í mun til at koma til EM 2028.

Meira um hetta - og um lutakastið sum heild - í næstu vikuni

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder