Síðst í januar fekk føroyska manslandsliðið frálíkt lutakast til røkkstøkk-dystirnar um HM pláss í mai: Vinna Føroyar samanlagt í tveimum dystum (einum á heimavølli og einum á útivølli) móti Bosnia-Hersegovina ella Kosovo, skulu hondbóltsmenninir í januar 2027 til sítt fyrsta HM-endaspæl.
Sí eisini: Hjalti Mohr Jacobsen: - Tað næstbesta sum kundi henda
Nú er greitt, at vinnarin í røkkstøkk-umfarinum fær góða styrkismeting til HM-lutakastið. Her tosa vit um lutakastið til sjálvt endaspælið.
Hetta verður 10. juni í München, og styrkisbólkarnir til tað (pottarnir) eru í kvøld komnir út. Talan er um fýra styrkisbólkar við átta liðum í hvørjum.
![]()
Mynd: IHF
Hetta merkir, at Føroyar hava góðar fyritreytir fyri at fáa gott lutakast, um liðið kemur víðari í mai. Tá verður spælt móti vinnaranum av Bosnia-Kosovo, sum spæla undandystir í mars sínaámillum.
Vinnarin í mai fær styrkismetingina hjá Føroyum, líkamikið um Føroyar vinna ella ikki. Góðu úrsltiini í EM-undankappingini seinastu árini hevur talt upp - føroyingar eru millum annað frammanfyri Niðurlond.
Fýra lið eru í hvørjum HM-bólki, og trý lið úr hvørjum koma til miðumfarið,
HM røkkstøkk-umfar (play-off)
13/14 mai: Bosnia & Hersegovina/Kosovo - Føroyar
16/17 mai: Føroyar - Bosnia & Hersegovina
Les meira: Føroyar skulu spæla móti Bosnia ella Kosovo um søguligt HM-pláss
10. juni: Lutakst í Munchen til HM-endaspælið
Styrkisbólkur 1:
Danmark, Týskland, Kroatia, Ísland, Portugal, Svøríki, Egyptaland, Argentina
Styrkisbólkur 2:
Kekkia/Frakland
Finnland/Montenegro/Slovenia
Noreg/Turkaland/Rumenia
Serbia/Litava/Ungarn
Spania/Georgia/Ísrael
Sveis/Italia
Bosnia/Kosovo/Føroyar *
Ukraina/Slovakia/Norðurmakedónia
Orsøkin til mongu skrástrikurnar her er, at hetta er alt tengt av vinnarunum av uppgerðunum í evropeisku undankappingini í vár.
* Føroyar kunnu ikki trekkja onkkur lið í hesum styrkisbólkinum til sjálvt endaspælið
Styrkisbólkur 3:
Niðurlond, Grikkaland/Belgia,Eysturríki/Pólland/Lettland, Brasil, Barain, Tunesia, Grønhøvaoyggjarnar (Kap Verde), Kili, Lið úr Oceania (mest sannlíkt Avstralia)
Styrkisbólkur 4:
Katar, Kuwait, Japan, Algeria, Angola, Uruguay, Wildcard-lið, Wildcard-lið
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald