Fótbóltur

Ítróttarstjórar: Liðini eru betri fyrireikaði og betri fyri nú

Jákup á Borg og Niels Pauli Danielsen ásanna avbjóðingar hjá B36, EB/Streymi og flestu føroysku feløgum, men fegnast teir um meira professionella tilgongd - og um sínar nýggju spælarar.

Gerandisdagurin hjá Jákupi á Borg og Niels Paula Danielsen er ikki líkur einum hjá ítróttarstjóra úti í stóru verð - men ymiskt líkist, og tað snýr seg millum annað um gott og tætt samstarv við nevnd og høvuðsvenjara (Mynd: Sverri Egholm)

Gerandisdagurin hjá Jákupi á Borg og Niels Paula Danielsen er ikki líkur einum hjá ítróttarstjóra úti í stóru verð - men ymiskt líkist, og tað snýr seg millum annað um gott og tætt samstarv við nevnd og høvuðsvenjara (Mynd: Sverri Egholm)

2026-02-15 21:00 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Báðir hava spælt nógv og annars verið í og kring føroyska fótbóltsheimin størsta partin av sínum lívi.

Nú eru teir ítróttarstjórar í ávikavist B36 og EB/Streymi - tvey feløg sum hava ymiskar fyritreytir.

Gerandisdagurin hjá Jákupi á Borg og Niels Paula Danielsen er ikki líkur einum hjá ítróttarstjóra úti í stóru verð. Gamaní hava teir sjálvir sáttmálar, men takast við annað í feløgunum enn "bara" at hyggja eftir spælarum, sita við øðrum sáttmálum og tosa eitt sindur við venjaran hjá besta mansliðnum.

- Tað eru ávísar avbjóðingar í føroyskum fótbólti, men feløgini eru nógv betri fyrireikaði, og liðini eru bara betri nú á ymsan hátt nú.

Jákup og Niels Pauli vóru samdir í hesum, tá teir vitjaðu Trygva Absalonsen og rásarúmið hjá hjá FM1 um vikuskiftið.

[object Object]
Jákup á Borg hevur, síðani hann gavst at spæla, verið venjari hjá bæði B36 og B68. Tá stendur man eisini við hópsamansetingum (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Har settu teir eisini orð á nýggju spælararnar og støðuna í ávikavist B36 og EB/Streymi:

Jákup á Borg hevur millum annað fingið fatur á gomlum kenningum frá Toftum, undum klaksvíkingi og royndum norskum áleypara úr Noreg, sum skal skora neyðugu málni hjá B36. Har er man í útgangsstøðini liðugur við hópin og til reiðar at bjóða av, um okkurt sum er stuttligari enn nummar fimm.

Í EB/Streymi eru tveir útlendskir spælarar kunngjørdir síðani sendingina.- ein sum Trygvi og teir komu inná. Niels Pauli Danielsen staðfesti eisini, at man roynir at gerast betri og betri fyri hvørt ár, og at fleiri-ára sáttmálar eru eitt mál hjá einum felagi við lutfalsliga lítlari fíggarligari ætlan, sum kann missa sínar bestu spælarar til størri feløg.

Hoyr alla sendingina her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder