VÍF móti Kyndli hjá kvinnum og Kyndil móti H71 hjá monnum.
Soleiðis síggja steypafinalurnar hjá teimum vaksnu út. Hetta er greitt, eftir hálvfinalurnar í síðstu viku.
Tað gjørdist bert av álvara spennandi í uppgerðini millum Neistakvinnur og vestmannakvinnur: Har vann VÍF samanlagt við einum máli - javnleikur í gjár var nóg mikið.
Myndir: Steypadramatikkurin í Vestmanna
Hoyr eisini: Ida Mai Nielsen: Hetta var ein stríðssigur
Finalurnar verða spældar leygardagin 21. januar við Tjarnir:
17.00: Kyndil - VÍF (kvinnur)
20.00: Kyndil - H71
![]()
Tað verður grønt í høllini við Tjarnir leygarkvøldið: Kyndil er í báðum steypafinalunum hjá teimum vaksnu (Mynd: Sverri Egholm)
Pætur Nolsøe var upptikin við mikrofonina til fleiri dystir um vikuskiftið, og klokkan 16 reikar hann fyri sending á FM1.
Tormóður Petursson Djurhuus og Hallur Danielsen vitja, og fara teir at taka samanum hálvfinalurnar og hyggja fram ímóti finalunum.
Lurta eftir FM1 her ella á vanligu frekvensunum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald