Kyndil hevur tríggjar ógvuliga royndar og sigursvandar kvinnur, sum aftur vístu sín klassa í dag: Turið Arge Samuelsen, Bára Krossteig Hansen og Bjarta Johansen skoraðu samanlagt 17 mál í dag og vístu eisini sína styrki í verjupartinum.
Sí eisini: Bjarta: - Løgið og rørandi at standa her fyri seinastu ferð
Men mest vinnandi felagið á kvinnusíðuni seinastu nógvu árini hevur tó nú eina góða blanding av royndum dygdarspælarum og yngri evnaríkum spælarum.
Fýra av teimum, sum spældu allan ella næstan allan dystin í dag, eru føddar í 2006: Gylta Djurhuus á Neystabø, tryggu vengurnir Asta Sofía F. Hansen, Joan Johannesen og bakspælarin Silja Geirsdóttir Eystberg.
Sí eisini: Nú skulu vit stuðla monnunum, feira og so hugsa um FM
Fyrstnevnda varð kosin dagsins spælari. Hetta fyri sítt sterka avrik í málinum. Gylta á Neystabø hevði heili 13 bjargingar við øllum, og fleiri av hesum vóru stórbjargingar.
Við teimum var 19-ára gamali málverjin við at syrgja fyri, at finalan ikki varð spennandi.
![]()
![]()
Gylta á Neystabø heiðrað (Myndir: Jens Kr. Vang)
Fleiri myndir frá steypasigrinum hjá Kyndli
Gylta á Neystabø pilkaði fleiri skot og var harvið við at taka mótið frá vestmannakvinnum.
Í ár hevur hon tikið við sum fyrstimálverji, og hóast unga aldurin hevur kyndilskvinnan longu víst sínar dygdir - eisini í landsliðssigri í Íslandi.
Hon var við til HM-endaspælið í vetur, og hóast Gylta ikki er úttikin til EM-undankappingardystirnar í mars, so sendi málverjin á størsta føroyska pallinum eina áminning um, at hon er til reiðar at bjóða av har.
----------------------------------------------------
Faxe Kondi Steypafinalan hjá kvinnum 2026
VÍF - Kyndil 26-29 (9-13)
Dystargongdin:
5 min: 3-2
10 min: 4-6
15 min: 4-9
20 min: 6-10
25 min: 7-12
30 min: 9-13
35 min: 11-16
40 min: 14-19
45 min: 17-24
50 min: 20-25
55 min: 22-28
60 min: 26-29
Toppskjúttar:
Turið Arge Samuelsen 8 mál,
Ingibjørg Olsen 7 mál, Fríða Nolsøe Olsen 7 mál
Bjargingar:
VíF: Ida Mai Nielsen 7
Kyndil:
Gylta á Neystabø 13 - dagsins spælari
Tomma Petersen 2
Sí eisini: Kyndil steypavinnari triðja árið á rað
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald