Hann skoraði átta mál kvøldsins steypafinalu. Tey flestu vóru við tryggum brotskøstum, men tvey tey seinastu, lat Jákup Egholm ein annan skjóta. Talan er um Jónas Fossabrúg. Høgri bakkurin fylti 16 ár í síðstu viku, og var hann fyri fyrstu ferð í kvøld á besta liðnum hjá H71: Jónas vann sjálvur annað brotskastið og skoraði annað.
- Hann er ein fantastiska spennandi spælari, sum er hamrandi góður í duellunum og víðarispælinum. Ein leikari sum vit fara at síggja nógv til í framtíðini.
Tað er Jákup Egholm, sum er tvey og eitt hálvt ár eldri eisini. Hetta var hansara steypafinala nummar tvey í vaksnamannahondbólti í Føroyum - og eftir øllum at døma tann seinasta fyribils.
Sum skilst er Jákup á veg til danskan hondbólt - nakað sum Portalurin skrivaðu um fríggjamorgunin. Hóast hann ikki kann siga nakað ítøkiligt, dylur 18-ára gamli hoyvíkingurin ikki fyri, at har er ein møguleiki at royna nakað nýtt.
- Tað er dreymurin at sleppa uttanlands (...) Nú mugu vit líka sleppa at feira hetta, men so venda vit eyguni móti FM. Tað er næsta málið.
Sí eisini: H71 enduvann steypið við knúsandi sigri á Kyndli
Dystargongdin, Kyndil - H71 28-37:
5 min: 3-2
10 min: 4-7
15 min: 7-11
20 min: 8-13
25 min: 11-15
30 min: 14-20
35 min: 16-23
40 min: 20-27
45 min: 22-29
50 min: 24-32
55 min: 26-35
60 min: 28-37
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald