Á aðalfundinum hjá FSF í gjár, leygrdagin 28. februar, varð rokniskapurin fyri 2025 lagdur fram og góðkendur.
Hann vísti eitt, fyri Fótbóltssambad Føroya, stórt yvirskot: 1,4 milliónir krónur. Tað er ikki meiningin, at Fótbóltssambond, FIFA, UEFA og so framvegis skulu hava stór yvirskot, vísti Christian Andreasen á.
Sí eisini: FSF-forsetin væntar at fara undir samráðingar við landsliðsvenjararnar skjótt
Orsøkin til talið skal serliga finnast í metinntøkum: 86,3 milliónir krónur, í mun til 74,2 milliónir í 2024.
Forsetin í FSF vísti á, at høgu inntøkurnar millum annað komu orsakað av U17 EM-endaspælinum fyri gentur, sum Føroyar hýstu í mars-apríl: Størsta einstaka verkætlan hjá fótbóltssambandinum.
Hetta gav eisini sínar útreiðslur. Til dømis var U17-landsliðið hjá gentum nærum tríggjar ferðir so dýrt sum i 2024 (kostaði yvir níggju milliónir krónur).
Samalagt vóru útreiðslurnar, við stuðulsjáttanum, tilsamans beint undir 85 milliónir krónur í fjør.
Harav vóru allar starvsfólkaútreiðslurnar: 35,4 milliónir. Her er alt talt við - og nógv ymiskt bókað undir. Hesin posutirn hevur annars verið støðugt vaksandi seinastu árini - fyrisitingin er vaksin við tveimum milliónum síðani 2024, eins og A-landsliðið við monnum er.
Júst A-landsliðið við monnum verður dýrt í 2026 vegna avbjóðandi dystarskrá við longum ferðum. Har væntar FSF eitt líknandi tal sum í 2024 - og varisliga metingin er, atvæl færri inntøkur og lægri ársúrslit síggjast í ár: 73,4 milliónir í inntøkum og ársúrslit á 665.456
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald