- Tað er nógv, vit kunnu gera betri og sum vit skulu heim at hyggja uppá.
Tað staðfestir Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen, sum varð javnsettur føroyskur toppskjútti við Tjarnir í kvøld við fimm málum.
Vestmannakvinnan hevur brotið ein fingur á vinstru hond og hevur trupulleikar við hondliðini har, men byrjaði væl og fekk nøkur týðandi vongmál.
![]()
![]()
Fimm mál og sum vant fleiri góðar verjustøður hjá Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen, sum hevur verið darvað av einum skaða í skothondini í seinastuni (Mynd: Sverri Egholm)
Myndir. Føroyar syftu Portugal við Tjarnir
Tað var pluss við verjuspælið og áskoðarnar, men Lív Poulsen iðrar seg um mongu mistøkini við bólti.
Sí eisini: Verjuspælið og málverjin avgerandi - tóku pippið frá Portugal
Hoyr samrøðu ovast
---------------------------------------------------------------------------
EM-undankapping, bólkur 4
Mikudagin 4. mars við Tjarnir - 3. av seks umførunum
Føroyar - Portugal 25-21 (12-9)
Føroyskir málskjúttar
Lív Sveinbjørnsdóttir.Poulsen 5
Anna Elisabeth Halsdóttir Weyhe 5 (4)
Pernile Brandenborg 4
Maria Pálsdóttir Nólsoy 4
Jana Mittún 3
Lív Bentsdóttir Zachariasen 2
Bjarta Osberg Johansen 1
Rannvá Olsen 1
Flest upplegg: Súna K. Hansen (5)
Bjargingar:
Rakul Wardum 14 (Dagsins spælar)
Annika Fríðheim Petersen 1
Ísland vann óvæntað við einum máli á Montenegro í Hafnarfirði. Harvið er bólkurin uppaftur meira opin nú
Støðan í bólkinum eftir trý umfør
1. Montenegro 4 stig
2. Føroyar 4 stig
----------------------
3. Portugal 2 stig
4. Ísland 2 stig
Topp-tvey koma í øllum førum til EM-endaspælið í desember. Mest sannlikt kemur trý'arin úr hesum bólkinum eisni víðari. Føroyar spæla í Portugal sunnudagin klokkan 17 føroyska tíð
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald