Hon hevur verið ógvuliga týðandi í miðverjuni í sigrinum í Íslandi, í fleiri HM-dystum og aftur í kvøld.
Eftir at Brynja Høj gavst, og Lív Bentsdóttir Zachariasen veruliga kom fyri seg eftir drúgva knæskaðan, hevur 23-ára gamla hoyvíkskvinnan veruliga fingið sítt landsliðsgjøgnumbrot.
- Tað kennist væl, og tað er bara stuttligt at spæla hondbólt í løtuni, staðfestir hon.
![]()
Lív Zachariasen klappar - tað vóru nógvar orsøkir til at klappa eftir hennara atgerðum og avriki: Helst besti føroyski útispælarin í týðandi sigrinum (Mynd: Sverri Egholm)
Sí fleiri góðar myndir frá kvøldinum við Tjarnir her
Tað er tó ikki alt í føroyska spælinum, sum gleðir nummar 17, men Lív greiðir frá, at álopsspælið hjá Portugal hóskaði sum fótur í hosu.
- Eg slapp at taka tí hæddina, sum eg gjarna vil, og tað hekk væl saman hjá okkum í verjuni.
Sí eisini: Verjuspælið og málverjin avgerandi - tóku pippið frá Portugal
21 mál ígjøgnum siga eisini sína søgu; við Lív B. Zachariasen inni sum miðverja í øllum álopinum. Sjálv skoraði hon eisini tvey mál í kontrastøðum - eftir at hon sjálv vann bóltin í verjustøðu.
- Vit vita at hvørt mál kann telja í hesum tætta bólkinum, sigur Ajax København-spælarin um føroyska hugburðin.
----------------------------------------------
EM-undankapping, bólkur 4
Mikudagin 4. mars við Tjarnir - 3. av seks umførunum
Føroyar - Portugal 25-21 (12-9)
Føroyskir málskjúttar
Lív Sveinbjørnsdóttir.Poulsen 5
Anna Elisabeth Halsdóttir Weyhe 5 (4)
Pernile Brandenborg 4
Maria Pálsdóttir Nólsoy 4
Jana Mittún 3
Lív Bentsdóttir Zachariasen 2
Bjarta Osberg Johansen 1
Rannvá Olsen 1
Flest upplegg: Súna K. Hansen (5)
Bjargingar:
Rakul Wardum 14 (Dagsins spælar)
Annika Fríðheim Petersen 1
Ísland vann óvæntað við einum máli á Montenegro í Hafnarfirði. Harvið er bólkurin uppaftur meira opin nú
Støðan í bólkinum eftir trý umfør
1. Montenegro 4 stig
2. Føroyar 4 stig
----------------------
3. Portugal 2 stig
4. Ísland 2 stig
Topp-tvey koma í øllum førum til EM-endaspælið í desember. Mest sannlikt kemur trý'arin úr hesum bólkinum eisni víðari. Føroyar spæla í Portugal sunnudagin klokkan 17
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald