Hondbóltur

Rakul besti spælari móti Portugal - vengurnir bestu málskjúttar

Rakul Wardum hevði 14 bjargingar, og Portugal skoraði bert 21 mál. Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen og Anna Elisabeth Halsdóttir Weyhe skoraðu fimm mál hvør.

Rakul Wardum fagnað eftir góða avriki og tvey stigini (Mynd: Sverri Egholm)

Rakul Wardum fagnað eftir góða avriki og tvey stigini (Mynd: Sverri Egholm)

2026-03-05 13:56 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað var verjuspælið og málverjuavrikið, sum í stóran mun tryggjaði Føroyum týðandi sigurin á Portugal við Tjarnir í gjárkvøldið.

Les eisini: Verjuspælið og málverjin avgerandi við Tjarnir - tóku pippið frá Portugal

Hetta var eisini endurspeglað í, at málverjin hjá Føroyum varð kosin dagsins spælari.

Sambært almennu hagtølunum bjargaði Rakul Wardum tólv av 31 skotunum, sum rakti føroyska málið, meðan hon stóð har. Vit hava tó skrásett tvær bjargingar afturat, har Rakul bjargaði skoti, fyri at tað síðani varð dømt brotskast: Í einum av hesum førinum, brendi Portugal brotskastið, so bjargingin áðrenn gjørdist avgerandi.

42 prosent í bjargingum er ógvuliga gott, og 23-ára gamla havnarkvinnan hevði stóran leiklut í føroyska sigrinum.

[object Object]
Rakul Wardum og verjan, við Lív Zachariasen og Pernille Brandenborg mitt fyri størsta partin av dystinum, spældi ein frálíkan dyst (Mynd: Sverri Egholm)

Hoyr samrøðu við Rakul Wardum: Dagsins leikari fegnast um bjargingarnar - men útkøstini mugu betrast

Sí eisini: Lív Z. Portugisiska spælið hóskaði perfekt til mín og verjuna

Fleiri tøl niðast

Profilarnir í baketuni fingu samanlagt ikki so nógv mál, men Maria Pálsdóttir Nólsoy hevði eina góða løtu í 2. hálvleiki, og skoraði fýra mál samanlagt og Suna K. Hansen hevði flest upplegg/vunnin brotskast.

Vengurinir hjá Føroyum skoraðu samanlagt 11 mál, og tvær vóru javnsettar toppsjúttar við fimm málum 

Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen hevur ein brotnan fingur og trupulleikar við hondliðini á skothondini, men høgri vongurin byrjaði væl og skoraði fimm týðandi mál.

Sí eisini: Lív Porulsen: Lættari at skriva autografar enn at skjóta við brotnum fingri - ikki nøgd við spælið

[object Object]
Lív S. Poulsen skoraði fimm mál (Mynd: Sverri Egholm)

Føroyar hava havt sínar trupulleikar við brotskøstum, men eftir at Pernille Brandenborg brendi fyrsta føroyska brotskastið, tók 20-ára gamla Anna Elisabeth Halsdóttir Weyhe við og var ísakøld úr sjey metrum: Fýra brotskastsmál av fýra møguligum umframt eitt annað gott vongmál.

[object Object]
Anna Elisabeth Weyhe vísti tryggleika við brotskøstunum (Savnsmynd: Sverri Egholm)

--------------------------------------

EM-undankapping, bólkur 4
Mikudagin 4. mars við Tjarnir - 3. av seks umførunum
Føroyar - Portugal 25-21 (12-9)

Sí eisini: Verjuspælið og málverjin avgerandi - tóku pippið frá Portugal

Føroyskir málskjúttar
Lív Sveinbjørnsdóttir.Poulsen 5
Anna Elisabeth Halsdóttir Weyhe 5 (4)
Pernile Brandenborg 4
Maria Pálsdóttir Nólsoy 4
Jana Mittún 3
Lív Bentsdóttir Zachariasen 2
Bjarta Osberg Johansen 1
Rannvá Olsen 1

Flest upplegg: Súna K. Hansen (6) - við vunnum brotskøstum

Bjargingar: 
Rakul Wardum 14 
(42 prosent) -Dagsins spælar)
Annika Fríðheim Petersen 1 (33 prosent)

Ísland vann óvæntað við einum máli á Montenegro í Hafnarfirði. Harvið er bólkurin uppaftur meira opin nú

Støðan í bólkinum eftir trý umfør
1. Montenegro 4 stig
2. Føroyar 4 stig
----------
3. Portugal 2 stig
4. Ísland 2 stig

Topp-tvey koma í øllum førum til EM-endaspælið í desember. Mest sannlikt kemur trý'arin úr hesum bólkinum eisni víðari. Føroyar spæla í Portugal sunnudagin klokkan 17 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder