Fótbóltur

Einki óvæntað úrslit í dag

KÍ vann stórt á 07 Vestur, meðan HB, NSÍ og B36 vunnu teprar favorittsigrar í 1. umfari í Meistaradeildini.

Michal Przybylski skoraði einsamalla málið í dystinum millum NSÍ og Víkingi og tryggjaði harvið teimum gulklødu trý stig (Mynd. Nes Sóknar Ítróttafelag)

Michal Przybylski skoraði einsamalla málið í dystinum millum NSÍ og Víkingi og tryggjaði harvið teimum gulklødu trý stig (Mynd. Nes Sóknar Ítróttafelag)

2026-03-08 20:14 Author image
Agnar Prestá
placeholder

1. umfari í Meistaradeildini hjá monnum er avgreitt um vikuskifti.

Uppflytararnir AB setti gongd á við heimasigri á B68 í gjár, og í dag gjørdist talan um fýra favorittsigrar. 

KÍ var á odda 2-0 í steðginum i Vágum og eftir 52 minuttir var 5-0 til greipuvinnararnir.

Hinir dystirnir vóru tættari, men Skála og EB/Streymur skoraðu til 2-1 móti havnarfeløgunum, og tá var tað seint í dystinum.

NSÍ vann tann mest spenanndi dystin. Michal Przybylski skoraði einsamalla málið í dystinum móti Víkingi eftir 65. minutti - eftir gott upplegg hjá blaðunga Markusi Klein Danielsen.

Sí eisini: 
NSÍ slitið samstarvið við serbiskan miðverja
Stefan Radosavljevic er ikki longur í Víkingi

Í dag, sunnudagin 8. mars
07 Vestur – KÍ 1-5 (0-2)
B36 – EB/Streymur 2-1 (0-0)
NSÍ – Víkingur 1-0 (0-0)
Skála – HB 1-2 (0-1)

Í gjár, leygardagin 7. mars
AB - B68 2-0 (1-0)

Les eisini: AB er aftur við einum braki

Hoyr samrøður eftir dystin: 
Øssur Hansen fegnast um 2-0 sigurin á bardómsfelagnum
Hanus Højgaard harmast

[object Object]

Støðan eftir 1. umfar (Skíggjamynd)

2. umfar er á skránni næsta vikuskifti, har fýra dystir eru á skránni. Tann fyrsti verður spældir fríggjakvøldið í Sarpugerði, har B36 vitjar

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder