24 skot men bert átta mál.
Hetta vóru syndarligu skottølini hjá føroysku hondbóltskvinnunum í fyrra hálvleiki í Portugal í gjár. Føroyar taptu 25-23 í lykladystinum í EM-undankappingini, og tað var serliga vegna nógvar brendar møguleikar - umframt 13 tekniskar villur.
- Vit hava als ikki funnið tað góða spælið frá HM fram hesa vikuna, og eg eri ógvuliga skuffað av avrikinum hjá mær og hjá liðnum, segði Jana Mittún.
Føroyski profilurin var ein av teimum, sum spældi væl undir sítt stig í fyrra hálvleiki, har man serliga brendi nógv av vongplássunum: Sjey skot og einki mál hiðani, har Portugal gav nógv pláss, og samanlagt fór bert ein triðingur av føroysku skotunum inn i 1. hálvleiki.
Hetta er als ikki nóg gott, og er lakasta álopsavrikið hjá liðnum í langa tíð.
Sí øll tølini á eurohandball.com - tøl eru eisni niðast
Sí eisini: Pernille Brandenborg: - Vit skjóta málverjn heitan - ikki nóg gott í dag
Les eisini: Fyrri hálvleikur í Portugal gjørdist ógvuliga dýrur fyri Føroyar
Broytt dystarmynd eftir steðgin - í álopi og verju
Tað var 15-8 í steðginum. Ferreira í portugisika málinum hevði tikið pippið frá føroysku skjúttunum, og hon varð eisini dagsins spælari við 16 bjargingum.
Men eftir steðgin fekk serliga Brynhild Pálsdóttir, men eisini aðrar hjá Føroyum, nógv betri bilbukt við portgisiska málverjan.
Høgri vongurin kom inn og gjørdi bart við nøkrum tryggum málum, og tey seks málini - uppá sjey skot - vóru við at fáa ein væl tættari dyst.
![]()
Brynhild Pálsdóttir spældi bert 30 minuttir men gjørdist toppskjútti móti Portugal við seks málum (Mynd: Sverri Egholm)
Stórur lykil var eisini verjuparturin. Í 1. hálvleiki var tað ikki serliga gott, men síðani var tað á stigi við dystin móti Portugal við Tjarnir mikudagin - og hægri enn tað.
Føroysku spælararnir stríddust allan vegin og fingu kroyst tær hjá Portugal út í støður, sum vertirnir ikki vildu í, og í tað var eitt tíðarskeið á beint yvir eitt korter, har Portugal bert skoraði eitt mál.
Annika Fríðheim Petersen kom inn í føroyska málið stutt fyri steðgin, og hon spældi ein stóran 2. hálvleik. Annika bjargaði yvir 40 prosent av skotunum. Treytirnar gjørdist sum heild góðar hjá málverjanum, men hon tók eisini fleiri frí skot.
Góða verjuspælið gjørdi eisini, at Føroyar fingu fleiri kontramál. Hetta fekk munin niður, og tað var týðandi í mun til innahýsis rokniskapin (Føroyar eru tvey mál frammanfyri og framvegis nummar tvey í bólkinum)
men samanlagt var tað ikki nóg mikið: Hetta var millum annað vegna nakrar av nevndu teknisku villunum, nøkrum marginaldømingum, men sanniliga eisini takkað tveimum brendum brotskøstum og 2-3 øðrum risamøguleikum eftir steðgin.
![]()
![]()
Føroyskt vónbrot í Porto. Ringi fyrri hálvleikurin kostaði, hóast liðið í løtum í 2. hálvleiki var væl betri enn Portugal. Nú væntast stórt drama um 2. plássið í bólkinum í apríl (Mynd: Sverri Egholm)
EM-undankapping, bólkur 4
Sunnudagin 8. mars - 4. av seks umførum:
Portugal - Føroyar 25-23 (15-8)
Í fyrra hálvleiki var hetta heilt niðri á 33 prosentum (8 av 24)
Málskjúttar hjá Føroyum:
Brynhild Pálsdóttir 6
Pernille Brandenborg 5
Súna Krossteig Hansen 3 (1)
Rannvá Olsen 2
Anna Elisabeth Halsdóttir Weyhe 2 (2)
Jana Mittún 2
Elsa Egholm 1
Lív Bentsdóttir Zachariasen 1
Maria Pálsdóttir Nólsoy 1
Bjargingar:
Annika Fríðheim Petersen 9/21 = 42 prosent
Rakul Wardum 3/16 = 19 prosent
Støðan í bólkinum eftir fýra umfør -
1. Montenegro 6 stig
2. Føroyar 4 stig
----------------------
3. Portugal 4 stig
4. Ísland 2 stig
Topp-tvey koma í øllum førum til EM-endaspælið í desember. Mest sannlikt kemur trý'arin úr hesum bólkinum eisini víðari, tí liðini í so stóran mun taka stig hvør frá øðrum.
Føroyar og Ísland spæla við Tjarnir um ein mánaða, 8. apríl. Vinna Føroyar tá, at EM-plássið í hús, ella so gott sum tað.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald