Fyrireikingarnar til komandi HM play-off dystirnar hjá monnum byrja í næstu viku.
Hetta staðfestir Hondbóltssamband Føroya á heimasíðu sínari í dag.
Tað er í sambandi við, at landsliðsvenjararnir, Peter Bredsdorff-Larsen og Hjalti Mohr Jacobsen, hava úttikið ein breiddarhóp til venjingar í Føroyum 15. – 21. mars.
Teir føstu eru við - og nógvir afturat teimum. Samanlagt eru 32 nøvn á listanum - fleiri ungir sum hava spælt lítið ella einki á A-landsliðnum og so eisini royndari menn, sum ikki hava verið við seinastu tíðina.
Málverjar:
Pauli Jacobsen, Sandnes (NOR)
Bjarni Jacobsen, VÍF
Micah Wardum Ragnarsson, H71
Tóraldur Kollsker, H71
Bakkar:
Tróndur Mikkelsen, HF Karlskrona (SWE)
Rói Ellefsen á Skipagøtu, IF Hallby HK (SWE)
Óli Mittún, GOG (DEN)
Elias Ellefsen á Skipagøtu, THW Kiel (GER)
Pauli Mittún, Team Sydhavsøerne (DEN)
Vilhelm Poulsen, TSV Hannover-Burgdorf (GER)
Kjartan Johansen, Elitesport Vendsyssel (DEN)
Pauli Rasmussen, StÍF
Høgni Heinason, H71
Peter Krogh, H71
Sveinur Olafsson, Afturelding (ISL)
Dánjal Ragnarsson, Fram (ISL)
Trúgvi Hávardsson, StÍF
Jónas Gunnarson Djurhuus, HC København (DEN)
Bjarni í Selvindi, Valur (ISL)
Strikur:
Teis Horn Rasmussen, Ribe-Esbjerg HH (DEN)
Pætur Mikkjalsson, Team Sydhavsøerne (DEN)
Ísak Vedelsbøl, IK Sävehof (SWE)
Helgi Hildarson Hoydal, H71
Vengur:
Rói Berg Hansen, Køge Håndbold (DEN)
Leivur Mortensen, HC København (DEN)
Pauli Høj, Bergsøy (NOR)
Hákun West av Teigum, Füchse Berlin, (GER)
Allan Norðberg, Valur (ISL)
Janus Djurhuus, HC København (DEN)
Niklas Gaard, Kyndil
Magnus Árason, GOG (DEN)
Jákup Egholm, H71
Fyrsta venjingin er komandi sunnukvøld kl. 19.30 Við Tjarnir og eru venjingar á skránni alla komandi viku, upplýsir HSF.
- Umframt hetta eru fundir, stuðlavitjanir og ein innahýsis venjingardystur á skrá. Hesin verður týsdagin kl. 19.00 í Vestmanna.
Næstu dystirnir hjá føroysku monnum verða HM røkttstøkk dystirnir (play-off) móti antin Bosnia Hersegovina ella Kosovo - hetta verður avgjørt í komandi viku. Play-off vera á útivølli miku- ella hósdagin 13/14. mai og heima leygar- ella sunnudagin 16/17. mai. Har fara Føroyar at standa sum
stórfavorittar at vinna seg til HM-endaspælið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald