Hondbóltur

Stinni málverjin: - Tað merkir bara meira at spæla fyri Føroyar

Annika Fríðheim Petersen er fryst úti í danska felagnum og hevur ligið við hálsbruna síðstu dagarnar: Í kvøld tók hon tólv skot, tá kvinnurnar vunnu seg til triðja endaspælið á rað. - Ikki gingið upp fyri mær enn, og verið heilt rørd tá eg hugsi um, at hetta er seinasti heimadystur hjá Bjartu.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2026-04-08 21:26 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tólv bjargingar, svarandi til 40 prosent av skotunum, teir umleið 45 minuttirnar, hon var inni i 35-30 sigrinum á Íslandi.

Hagtøl frá dystinum - sí meira niðast

Eins og í Portugal í mars kom Annika Fríðheim Petersen inn, og framdi eitt megnaravrik fyri Føroyar. Hesaferð rakk tað til søtan sigur móti Íslandi, og júst tað at spæla fyri Føroyar merkir bara meira, staðfestir málverjin, sum vegna sáttmálstøðu í Aalborg ikki sleppur á vøllin har:

Hoyvíkskvinnan skiftir felag í summar, meðan hinar báðar á málverjuplássinum vera verandi næsta kappingarár, og tí verða tiknar frammum.

[object Object]
Annika setur í gongd eftir enn eina bjarging

[object Object]Her saman við unnustanum og dóttirni eftir dystin (Myndir: Sverri Egholm)

Tað kunnu tey í danska felagnum kanska iðra seg eitt sindur um nú. Í kvøld vísti Annika sínar dygdir á altjóða pallinum - mitt  meðan hon stríðist við hálsbruna.

- Eg havi fyri tað mesta ligið í songini seinastu dagarnar og eisini roynt at lisið uppá íslendsku skjúttarnar. Pensilinið hjálpti tó, og eg hevði ikki meldað meg tøka, uttan so eg visti, at eg kundi gera mun. Tí annars kundi Gylta (Djurhuus á Neystabø jú væl spælt)

Hoyr eisini Anniku seta orð á Bjartu Johansen og EM ovast.

Sí eisini: Føroyar løgdu gestirnar á ís og skulu til enn eitt EM-endaspæl

---------------------------------------------------------

EM-undankappingarbólkur 4, fimta umfar av seks
Mikudagin 8. apríl við Tjarnir
Føroyar - Ísland 35-30 (18-16)

Dystargongdin:

5 min: 4-2
10 min: 7-7
15 min: 10-12
20 min: 13-13
25 min: 15-14
30 min: 18-16
35 min: 19-18
40 min: 23-19
45 min: 26-22
50 min: 29-23
55 min: 32-27
60 min: 35-30

Málskjúttar hjá Føroyum: 
Pernille Brandenborg 12 (av 12) - dagsins spælari
Jana Mittún 7 - flest upplegg við 7 
Rannvá Olsen 5 
Maria Pálsdóttir Nólsoy 4
Súna Krossteig Hansen 3
Brynhild Pálsdóttir 2
Natasja Hammer 2

Bjargingar:
Annika Fríðheim Petersen: 12/30 (40 prosent)
Rakul Wardum 2/14

Støðan í bólkinum 

1. Montenegro 6 stig
2. Føroyar 6 stig *
-----------------------
3. Portugal 4 stig 
4. Ísland 2 stig *

* Ein dyst fleiri

Tvey tey ovastu fara víðari til EM-endaspælið, sum er á skránni í desember. Mest sannlíkt kemur besti trýarin eisini víðari úr hesum bólkinum

Portugal tekur ímóti Montenegro í morgin, hósdagin 9. apríl, klokkan 19. Tá kann tað gerast endaliga staðfest, at Føroyar skulu til EM 2026.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder