Í 1. umfari í undankappingini, tá liðini eisini hittust, høvdu Føroyar sínar støður og møguleikar til at javna, meðan tað var 1-0 til Grikkland. Serliga var Sólja Ernsdóttir nær við, men tað endaði 2-0 á Kreta.
Í kvøld gjørdu føroysku kvinnurnar skjótt av, eftir at griksku gestirnir løgdu seg á odda í 9. minutti. Tað gekk ikki ein minuttir - so lá bólturin í hinum málinum:
Sanna Svarvadal vann bóltin mitt á hálvuni hjá Grikkalandi, fann Saru Shaki Lamhague, bólturin fór líka aftureftir, áðrenn hann kom fram til Heidi Sevdal. Tann fremsta hjá Føroyum gjørdi skjótt av, og sendi bóltin perfekt út í vinstru til Áslu Johannesen. Liðskiparin tók eina góða nerting og smekkaði bóltin sannførandi í málnetið: 1-1 og frálíkt føroyskt mál.
![]()
Heidi Sevdal legði upp til mál í hennara landsdysti nummar 100 - hon er fyrsti føroyski A-landsliðsspælari, sum røkkir hesum talinum (Savnsmynd: FSF)
Ein góð føroysk løta á Tórsvølli og upplegg frá kvinnuni, sum kundi hátíðarhalda rundan dyst - ið eingin annar føroyskur landsliðsspælara hevur megnað áður.
Sí eisini: Heidi Sevdal spælir landsdyst nummar 100
Heidi eftir runda landsdystin: - Nakað man kann vera errin av
Hetta gjørdist besta álopskenda løtan í dystinum hjá heimaliðnum. Tekniskt sterku og kviku spælararnir úr Grikkalandi settu seg nú veruliga á tingini, og føroyska liðið varð javnan kroyst.
Hagtølini fyri 1. hálvleik søgdu 1-9 í skotum og 0-6 í hornaspørkum. Men tær hjá Føroyum komu ofta væl fyri í evstu løtu og stóðu ímóti skjótt-spælandi útiliðnum.
Sjey minuttir seinni gekk tó ikki longur: Grikkaland koraði til 1-2 eftir eitt av sínum mongu hornaspørkum. Hesaferð megnaðu Føroyar ikki at svara aftur, og Grikkland burdi fingið brotsspark nakað áðrenn 1-3 málið í 78. minutti.
Útiliðið rakti eisini stongina, áðrenn Føroyar veruliga fingu víst tenn frameftir. Tvær ferðir vóru spælarar hjá Føroyum við at snýta grikska málverjan, tá hon stóð og langt úti - fyrst Ásla Johannesen og síðani innskifta Jensa Kannuberg Tórolvsdóttir.
Tað seinna endaði við hornasparki, sum Tórunn Højgaard Joensen legði frálíka væl inn fyri. Við aftaru stong rakti Birita Ryan bóltin perfekt við høvdinum. So var 2-3, men Føroyar fingu ikki tíð at gera meira: Stútarin gjørdist seinasta nerting í dystinum.
![]()
Birita Ryan skoraði til 2-3
Favorittarnir úr Grikkalandi avstað við trimum stigum og hava longu vunnið bólkin. Føroyar spæla týðandi dyst á Tórsvølli leygardagin 18. apríl klokkan 17, tá Georgia vitjar
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald