TB og Mjølnir skulu spæla steypafinalu hjá kvinnum næsta vikuskifti, og í mansfinaluni bresta ÍF og SÍ saman.
Hetta er greitt eftir steypahálvfinaludagin hjá flogbóltinum, sum var í Kollafirði í dag. Áður hava steypafinalurnar verið í flogbólti verið í februar, men nú er tað eftir FM-finalurnar.
ÍF tók nógv av bóli og vann á nógv vinnandi liðnum úr Klaksvík, sum harvið fer at standa uttan nakað gull í 2026 - hetta verður fyrstu ferð í átta ár, at menninir hjá Mjølni ikki skulu spæla steypafinalu.
Fuglfirðingar vóru bara omaná, og skulu leygardagin, 25. apríl klokkan 14, stríðast við føroyameistararnar við Tjarnir.
Ikki er tað óvæntað, at sørvingar vunnu seg í finaluna, men teir vóru aftanfyri 2-0 í dag móti Fleyr.
Les frágreiðingar hjá Flogbóltssambandinum frá dystinum niðanfyr
Bónuskappingin, menn – hálvfinala:
SÍ – Fleyr 3-2 (20-25, 25-27, 25-16, 25-18, 15-6)
Fleyr mundi aftur í ár tikið SÍ á bóli í hálvfinaluni í steypakappingini í flogbólti, eins og teir gjørdu í fjør, men hesaferð megnaði SÍ at koma afturíaftur og venda hóttandi 2-0 tapi til 3-2 sigur.
Lítið veiggj var í SÍ fyrstu tvey settini, sum Fleyr vann 25-20 og 27-25, men móti endanum á øðrum setti var SÍ kortini um at fáa um endan. Í tí girinum, sum SÍ var í tá, stendur Fleyr teimum ikki kurl.
Sjón gekk fyri søgn í triðja setti, har SÍ legði seg á odda 9-1, áðrenn settið varð vunnið 25-16. Heldur ikki fjórða sett gjørdist spennandi. SÍ var á odda frá byrjan til enda og vann 25-18.
Í javnbrótaranum sást skjótt hvønn veg tað bar, tí eftir 2-2 vann SÍ níggju stig á rað og legði seg á odda 11-2, áðrenn Róar í Haraldstovu gjørdi tað til 15-6 við einum reinum serviessi.
Finalan hjá monnum verður spæld við Tjarnir leygardagin 25. apríl klokkan 14
![[object Object]](https://cdn-ac.knassar.fo/media/2026/04/18/gallery-thumbnail/1776548960ygcgimngz2.webp)
Bónuskappingin, menn - hálvfinala:
ÍF – Mjølnir 3-1 (25-17, 24-26, 25-19, 25-19)
Fyri fyrstu ferð síðan 2018 er Mjølnir ikki partur av steypafinaluni í flogbólti hjá monnum. Hetta er greitt, eftir at ÍF í kvøld vann 3-1 á verandi steypavinnaranum Mjølni.
Alt sá annars út til at fara at enda, sum tað plagar, tá ið Mjølnir legði seg á odda 10-4 í fyrsta setti. Men ÍF vildi tað øðrvísi og javnaði til 12-12 og fór síðan framum 21-14, áðrenn settið varð vunnið 25-17.
Mjølnir fótaði sær tó aftur og fór fram 5-0 10-2. Men júst sum í fyrsta setti kom ÍF afturíaftur og javnaði til 13-13 og fór eisini framum 16-14. Hesaferð svaraði Mjølnir tó aftur og megnaði at vinna 26-24.
ÍF var tó ikki til at steðga í dag og legði seg á odda 10-5 í triðja setti, áðrenn Mjølnir minkaði um munin til 14-15. Gleðin var tó stokkut, tí ÍF økti aftur upp í 19-14, áðrenn settið varð vunnið 25-19.
Í fjórða setti var ÍF á odda frá byrjan til enda og vann 25-19 – og sæti í steypafinaluni fyri fyrstu ferð síðan 2022
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald