Füchse Berlin livdi í dag upp til favorittleiklutin í týsku steypafinaluni.
Liðið hjá Hákuni West av Teigum vann greitt, og føroyingurin gjørdi av álvara sítt. Sjey skot og seks mál - bert danirnir í bakketuni, Lasse Andersson (10) og Mathias Gidsel (9), skoraðu fleiri.
Fleiri av málunum hjá føroyska høgra vonginum vóru ógvuliga góð - tað seinasta av teimum seks sæst í samandráttinum ovast, sum eisini er her
Málið hjá Hákuni er á 2.42.
Sí eisini: Hákun West av Teigum seks mál og stóran leiklut í steypafinalusigri
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald