Kyndil hevur veruliga sett seg á føroyskan kvinnuhondbólt aftur, eftir at H71 annars í árunum 2020-2025 vann flest stór steyp: Seks í tali - trý FM og tríggjar steypakappingar - og nøkur av gullunum komu eftir finalusigur á júst Kyndil.
Kyndilskvinnur vunnu steypakappinga í 2022 og við sigrinum á VÍF í februar við Tjarnir, varð talan um tað fjórða í fimm ár og triðja steypagullið á rað.
Eftir sigurin á VÍF í Vestmanna í gjár, hevur Kyndil vunnið tvey av teimum seinastu trý FM-heitunum og fimm av teimum seinastu seks stóru steypunum hjá kvinnum:
Landskappingin:
2024 og 2026
Steypakappingin:
2024, 2025 og 2026
![]()
Turið Arge Samuelsen og Bára Krossteig Hansen við steypinum eftir finalusigurin á VÍF í februar - tað var triðju ferð á rað, at Kyndil vann steypakappingina (Mynd: Jens Kr. Vang)
Sì eisini: Bára og Turið: Eyka lekkurt at lyfta steypið aftur (Video)
Myndir: Kyndilskvinnur føroyameistarar 2026
Harumframt hevur Kyndil vunnið Lionsbikarið, tað vil siga stórsteypið, trý ár á rað.
Liðið hevur í ár verið ein sterk eind og góð blanding av dugnaligum royndum og ungum spælarum. Gott spæl, so at siga bara sigrar og nú ein greipa. Hana hevur Kyndil vunnið uppiborið.
Eftir tíggjunda meistaraheitið er komið í hús, næsthægsta talið í fremstu kvinnudeildini, verða broytingar:
Venjarin Pether Krautmeyer skal vera venjari í bestu týsku deildini, 19-ára gomlu Joan Johannesen og Gylta Djurhuus á Neystabø, sum fingu síni veruligu gjøgnumbrot í ár, fara til ávikavist bestu íslendsku og bestu íslendsku deildina. Og so gevst ein ímynd í felagnum, Bjarta Johansen: Á tindinum
Sí eisini - samrøður:
Gylta: - Besti mátin at enda uppá í barndómsfelagnum
Bjarta sat og græt: - Hugsaði tað kundi ikki enda soleiðis
![]()
![]()
Kyndilsfagnaður í Vestmanna í gjárkvøldið (Myndir: Jens Kr. Vang)
Onkrar aðrar broytingr vera helst, og tær sum eru eftir/koma afturat, skulu við nýggjum venjara og góðum grundarlagi royna at halda sigurslogan koyrandi í Kyndli.
Dagført: 16.34
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald