Hondbóltur

Maðurin við mongu bjargingunum: - Eg fekk øðiliga góðar arbeiðsumstøður

Tað gekk væl hjá verjuni og mær, og um vit standa líka leygarkvøldið, so skulu vit nokk klára hettta, sigur Pauli Jacobsen. Liðformaðurin staðfestir áskoðaratrýstið og vónar eins nógvan larm og trýst á útiliðið við Tjarnir, tá HM-plássið skal í hús leygarkvøldið.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2026-05-14 22:26 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tuzla, Bosnia (Portalurin):  - Tað, sum vit serliga kunnu vera nøgdir við, er at vit missa tað eina løtu í 2. hálvleiki, men so halda høvdið kalt og fáa sigurin. Tað hava vit havt stórar trupulleikar við á útivølli áður.

Hetta staðfestir liðformaðurin hjá Føroyum, sum helst var dagsins maður í dag. Pauli Jacobsen er skrásettur fyri heili 18 bjargingar í Bosnia, og er hetta grundarlagið undir 24-22 sigrinum.

- Vit fáa teir í skotstøður, sum vit ynskja, og tað gongst øðiliga væl hjá verjuni og mær. Eg fái øðiliga góðar umstøður at arbeiða við og eri nær við flestu bóltarnar, sum eg ikki bjargi.

Pauli Jacobsen staðfestir eisini fyri Portalinum, at um føroyska liðið stendur eins væl  vit leygarkvøldið, "so skulu teir nokk klára hetta". Hetta er HM-plássið, sum Føroyar í løtuni liggja til. Eitt-mál tap við Tjarnir, tá Bosnia vitjar leygarkvøldið, ella betri úrslit enn tað, er nóg mikið.

Les eisini: Vunnu eftir tógvið stríð í Tuzla - verður avgjørt við Tjarnir leygarkvøldið

Solieðis spæla Føroyar seg til HM-endaspælið

[object Object]
Pauli Jacobsen stóð ein branddyst í Bosnia - hann hevur áheitan á føroysku fjeppararnar um at "tora at buh'a við Tjarnir og leggja trýst á mótstøðuliðið: - Tað dámar okkum"

[object Object]Myndir: Sverri Egholm

Tað var við Teis Horn Rasmussen og Pæturi Mikkjalsson beint frammanfyri størsta partin av dystinum, og teir sterku menninir stóðu í stóran mun ógvuliga væl. Helgi Hildarson Hoydal kom serliga inn til undirtalsverju, og tað riggaði væl. Vilhelm Poulsen spældi eisini ein stóran dyst í fyrra HM-røkkstøkk dystinum.

Pauli Jacobsen heldur, at áskoðaratrýst og broytt dómaralinja gjørdu sítt til, at Bosnia helt sær í dystinum, men føroyska spælið fall eisini.

Hoyr alla samrøðuna ovast

---------------------------------------------------

Fyrri HM-røkkstøkk dystir (playoff)
Tuzla, hósdagin 14. mai
Bosnia - Hersegovina - Føroyar 22-24 (10-12)

Dystargongdin 
5 min: 2-4
10 min: 3-5
15 min: 5-6
20 min: 7-7
25 min: 10-10
30 min: 10-12
35 min: 11-15
40 min: 13-16
45 min: 17-16
50 min: 19-18
55 min: 20-21
60 min: 22-24

Málskjúttar:
Hákun West av Teigum 11 (4)
Vilhelm Poulsen 5
Leivur Mortensen 2
Óli Mittún 2
Bjarni í Selvindi 1
Rói á Skipagøtu 1
Pauli Mittún 1
Teis Horn Rasmussen 1

(Flest upplegg: Óli Mittún)

Bjargingar: Pauli Jacobsen 18 bjargingar (45 prosent) 

Seinni dysturin: 
Við Tjarnir leygardagin 16. mai
19.00: Føroyar - Bosnia-Hersegovina (24-22)

Samanlagdi vinnarin kemur víðari til HM-endaspælið, sum verður í Týsklandi í januar.
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder