Hondbóltur

Klokkan 16: Tormóður og Ári taka samanum og hita upp til Bosnia-brakið við Tjarnir

FM1 sendir beinleiðis leygarkvøldið, men longu klokkan 16 í dag hyggja vit eftir føroysku HM-møguleikunum í beinleiðis sending. Tormóður Djurhuus og Ári Dam vitja rásarúmið, og vit hoyra samrøður.

Tormóður Petursson Djurhuus og Ári Egason Dam við Tjarnir í sambandi við landsdyst (Mynd: Sverri Egholm)

Tormóður Petursson Djurhuus og Ári Egason Dam við Tjarnir í sambandi við landsdyst (Mynd: Sverri Egholm)

2026-05-15 08:44 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Føroyski landsliðshópurin er ávegis til landið eftir tepra útisigurin í gjár. Nú er endamálið at gera arbeiðið liðugt við Tjarnir og harvið spæla seg til HM-endaspælið, sum verður í Týsklandi í januar 2027.

Les eisini: Á veg aftur til Føroya við leiðslu - skulu koma fyri seg skjótt

Soleiðis spæla Føroyar seg til HM-endaspælið

Vit vera við til venjing í kvøld og sjálvandi til dystin í morgin men hava longu hondbóltssending klokkan 16.

Tá vitja Tormóður Petursson Djurhuus og Ári Egason Dam, sum hava royndir sum spælarar, venjarar og viðmerkjarar, FM1-rásarúmið.

Vit greina dystin í Bosnia og hyggja eftir hvat skal til fyri Tjarnir, um føroyska manslandsliðið skal skriva søgu.

Lurta eftir FM1 her

Fyrri røkkstøkkdysturin:
Í gjár, hósdagin 14. mai, Tuzla (Bosnia)
Bosnia&Hersegovina - Føroyar 22-24 (10-12)

Les meira um dystin her

Seinni røkkstøkkdysturin:
Leygardagin 16. mai, við Tjarnir
19.00: Føroyar - Bosnia&Hersegovina

Samanlagdi vinnarin hesa vikuna kemur víðari til HM-endaspælið í januar 2027.

Sí eisini: Soleiðis spæla Føroyar seg til HM-endaspælið

FM1 sigur frá dystinum í morgin, við upptakt klokkan 18, og hevur beinleiðis sending í dag klokkan 16. Har taka Tormóður Petursson Djurhuus og Ári Egason Dam samanum dystin í gjár og hyggja fram ímóti seinna og avgerandi heimadystinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder