- Nógvir tankar eru aftanfyri avgerðina um at gevast á landsliðnum. Fyrst og fremst haldi eg tað er gott fyri mítt høvd og mína mentalu heilsu, at tað vera færri bóltar í luftini. Tað næsta er, at hetta er eitt nátúrligt....ja, skifti. Tí vit hava nakrar ótrúliga dugnaligar ungar vinstri vengur, sum hava andað meg í nakkan. Og eg havi havt eitt prát við Peter (Bredsdorff-Larsen, red) um hetta fyri eina tíð síðani og eri ógvuliga avkláraður.
- Hetta er júst tann rætta tíðin at steðga; at seta punktum Eg havai havt nøkur fantastisk ár og fantastiskar løtur við landsliðnum og eri takksamur.
![]()
Ein fegin og heldur rørdur Rói Berg Hansen takkar føroysku fjepparunum í Berlin. Soleiðis verður sannlíkt eisini í morgin (Myndir: Sverri Egholm)
Av spælarunum í núverandi A-landsliðshópi er Rói Berg Hansen tann ,við flest skrásettum A-landsdystum (53), sambært Handballstatz. Í morgin kemur 30-ára gamli vongurin undir liðuna á Hanusi Joensen sum tann føroyski mannligi spælarin við triðflest A-landsdystum - bert tríggjar dystir frá Róki Akralíð.
Har steðgar tað eisini. Undan seinna HM-røkkstøkk-dystinum móti verður maðurin, sum er uppvaksein í Neistanum heiðraður, fyri at hava verið við til hálvthundrað dystir (er fyrsti heimadystur síðani). Rói Berg Hansen staðfestir fyri Portalinum, at hann nú gevst á landsliðnum. Hann vónar at seta punktum við tí, at Føroyar tryggjar sær søguligt HM-pláss á manssíðuni.
- Tað kundi ikki verið meira perfekt. Tað fari eg og fara vit at gera alt fyri.
Rói Berg Hansen var týðandi spælari, tá føroyska U21-landsliðið í 2017 breyt endaspælsmúrin. Stutt seinni var hann á A-landsliðnum, har kviki og eldhugaði vongurin leingi var fyrstaval.
Tað er Leivur Mortensen nú, men fyriuttan seinastu HM-røkkstøkkdystir, tá Rói varð raktur av millum annað strongd, hevur hann verið við.
Hetta er millum tað, ið royndi landsliðsspælarin peikar á, tá hann nevnir "mentala heilsu" og "nógvir bóltar" - les meira her: Eg megnaði ikki at koma upp úr songini í trý samdøgur
Hoyr eisini Róa Berg Hansen seta orð á ferðadagin og føroyska hugburðin til seinna HM-røkkstøkkdystin, ið veðrur við Tjarnir í morgin klokkan 19, ovast
![]()
Rói Berg Hansen skorar her týðandi mál í søguliga EM-javnleikinum móti Noreg í Berlin. Nú vil havnarmaðurin, sum vendir aftur til Neistan í summar, seta punktum við at koma til fyrsta HM-endaspælið á manssíðuni: - Skulu ikki standa aftanfyri kvinnurnar í hesum høpi (Savnsmynd: Sverri Egholm)
Her til seinastu landsliðsvenjingina - í kvøld (Mynd: Sverri Egholm)
----------------------------------------
Fyrri røkkstøkkdysturin:
Í gjár, hósdagin 14. mai, Tuzla (Bosnia)
Bosnia-Hersegovina - Føroyar 22-24 (10-12)
Seinni røkkstøkkdysturin:
Leygardagin 16. mai, við Tjarnir
19.00: Føroyar - Bosnia-Hersegovina
Samanlagdi vinnarin hesa vikuna kemur víðari til HM-endaspælið í januar 2027.
FM1 sigur frá dystinum í morgin, við upptakt klokkan 18,. Tormóður Petursson Djurhuus og Teitur Joensen vera viðmerkjarar hjá Pæturi Nolsøe, og skaddi Elias Ellefsen á Skipagøtu vitjar eisini eina løtu
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald