Í kvøld klokkan 19 spælir føroyska manslandsliðið í hondbólti lagnudyst um HM-pláss móti Bosnia-Hersegovina við Tjarnir.
Føroyar eru frammanfyri eftir fyrra dystin (24-22). Tvey-máls munurin kann fáa týdning við Tjarnir, men tað er eingin ivi um, at Føroyar fara eftir sigrinum í seinna dystinum eisini.
Fyrri røkkstøkkdysturin:
Hósdagin 14. mai, Tuzla (Bosnia)
Bosnia-Hersegovina - Føroyar 22-24 (10-12)
Seinni røkkstøkkdysturin:
Í dag, leygardagin 16. mai, við Tjarnir
19.00: Føroyar - Bosnia-Hersegovina (24-22)
Samanlagdi vinnarin hesa vikuna kemur víðari til HM-endaspælið í januar 2027.
Viðmerkjarar og liðformaðurin: Ikki smæðast við at leggja trýst á við Tjarnir
FM1 og Portalurin vóru á staðnum í Bosnia fyrr í vikuni, og vera tað sjálvandi eisini i kvøld.
Á FM1 byrjar upptaktin klokkan 18. Pætur Nolsøe reikar fyri, og eins til sjálva dystarfrásøgnina vera Tormóður Petursson Djurhuus og Teitur Joensen við honum.
![]()
Pætur Nolsøe, Tormóður Djurhuus og Teitur Joensen - her til steypafinalurnar. Teir sita til reiðar
Elias Ellefsen á Skipagøtu, sum situr uttanfyri vegna skaða í økslini, vitjar. Vit hoyra millum annað eisini frá Róa Berg Hansen, sum í kvøld spælir sín seinasta landsdyst.
Eftir dystin fáa vit viðmerkingar frá spælarum og øðrum.
Lurta eftir FM1 her ella á vanligu frekvensunum
Á Portalinum verður sum vant beinleiðis bloggur upp til og undir dystinum. Har verða tekstur, myndir og livescore. Aftaná taka vit samanum - við teksti, videosamrøðum og myndarøð.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald