Eftir sín landsdyst nummar 54 og eftir at Føroyar tryggjaðu sær pláss í HM-endaspælinum í januar 2027, varð Rói Bert Hansen heiðraður.
Ein ógloymandi løta staðfestir 30-ára gamli havnarmaðurin, sum skjótt skal hugsavna seg um fulltíðarstarv sum spælari og kropsligur venjari í barndómsfelagnum Neistanum.
Hoyr Róa seta orð á sjálva avgerðina í samrøðu frá í gjár, har vit avdúkaðu søguna
Rói undan sínum seinasta landsdysti: - Havi havt nøkur fantastiskt ár og eri takksamur (Video)
Eftir sigurin á Bosnia í kvøld, har Rói Berg Hansen, var nakrar minuttir í kvøld setti hann orð á tíðina, og hví Føroyar vendu dystinum.
- Eg var faktiskt ikki í skiftingarrúminum í steðginum, men Peter Bredsdorff-Larsen plagar at vera analytiskur og siðiligur. Nøkur smáting verða rætta - serliga í verjuni - og vit koma út við størri inntensiteti og dirvi og fáa allar áskoðarnar í ryggin.
- Tað sum eg komi í tankar um nú, er EM-dysturin móti Noreg í 2024: Tað ógjørliga bleiv gjørligt, og tað savnaði veruliga Føroya fólk. Tað fari eg ongantíð at gloyma.
![]()
![]()
Rói Bert Hansen átti týðandi leiklut í javnleikinum móti Noreg við málum móti endanum (Myndir: Sverri Egholm)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald