Síðsta summar skifti Pauli Høj til Bergsøy IL - hann flutti úr Føroyum til Fosnavåg. Áðrenn tað hevði skjóti og fjølbroytti vinstri vongurin altíð spælt fyri Neistan.
Kappingarárið í Norra hevur eydnast ógvuliga væl, og Bergsøy tryggjaði sær í apríl uppflyting til bestu norsku deildina á fyrsta sinni.
Sí eisini: Pauli Høj og Bergsøy eru fluttir upp í bestu deildina
![]()
Pauli Høj í sigurssamrøðu eftir søguligu uppflytingina
Hetta var við føroyinginum í stórum leikluti, og í gjárkvøldið kunngjørdi felagið, at hann heldur fram har:
- Mótstøðuliðið fáa marruna á vonginum næsta kappingarár eisini: Ferð, mál og kontramál í minst eitt kappingarár afturat: Pauli Høj hevur valt at leingja sáttmála sín við felagið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald