Hondbóltur

Ovi Lützen til bestu norsku deildina - verður liðfelagi við Paula Høj

Portalurin hevur fingið váttað, at bakkurin og sterki verjuspælarin skiftir úr Kyndli til Bergsøy, sum júst er flutt upp. Partarnir hava gjørt tvey-ára sáttmála.

Hann hevur verið profilur hjá barndómsfelagnum Kyndli seinastu árini, og vunnið FM í 2025 - nú fer Ovi Lützen útum landoddarnar at royna seg (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Hann hevur verið profilur hjá barndómsfelagnum Kyndli seinastu árini, og vunnið FM í 2025 - nú fer Ovi Lützen útum landoddarnar at royna seg (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2026-06-12 12:22 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hann hevur verið profilur hjá barndómsfelagnum Kyndli seinastu árini, og nú fer Ovi Lützen útum landoddarnar at royna seg.

Ymiskir møguleikar hava verið uppá tal seinastu árini, men nú er greitt, at hondbóltsframtíðin hjá havnarmanninum liggur í Noreg.

Portalurin hevur fingið staðfest frá góðum keldum, at Ovi Lützen skal til Bergsøy. 

24-ára gamli bakkurin og sterki verjuspælarin hevur skrivað undir eitt tvey-ára sáttmála við felagið úr Fosnavåg; eitt lítið stað á norska landakortinum.

Skiftið verður skjótt almannakunngjørt í Noreg.

Bergsøy tryggjaði sær í apríl á fyrsta sinni uppflyting úr til bestu norsku deildini. Føroyski vinstri vongurin Pauli Høj, sum er javngamal við Ova, átti sín leiklut í hesum. Hann skifti til norska felagið síðsta summar.

Les meira: Pauli Høj og Bergsøy ery fluttir upp

Nú eigur Ovi Lützen tørn. Hann vann FM við Kyndli í 2025 og er partur av sterka 2002-árganginum, sum hevði nógv flott úrslit í ungdómslandsliðshondbólti.

[object Object]
Ovi Lützen eftir sigur á Portugal í U21 HM-miðumfarinum í 2023. Tá spældi hann ógvuliga væl í føroysku miðverjuni. Føroyar endaðu á 7. plássi í hesum endaspælinum (Mynd: Sverri Egholm)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder