Í fjør hittust tey í sjálvari Champions League-finaluni, og í dag spæla týsku meistaraliðini seinastu árini hálvfinalu á fyrra Final Four-degnum í Köln.
Lagt er upp til tættan dyst millum Füchse Berlin og Magdeburg, og spennandi verður hvussu nógvar bóltar Hákun West av Teigum fær at arbeiða við.
Í finaluni í fjør skoraði føroyski høgri vongurin sjey mál - næstflest. Hákun hevur aftur havt eitt gott Champions League ár, og málið hjá Füchse og honum er sjálvandi at hesaferð sigra í Lanxess leikhøllini.
Sí eisini: Triðja árið á rað at ein føroyingur skal spæla Final Four
Í dag, leygardagin 13. juni klokkan 14 føroyska tíð, spæla Hákun West av Teigum og Füchse Berlin hálvfinalu í Champions League Final Four. Dysturin móti Magdeburg sæst á Viaplay og á TV3 Sport.
Aalborg og Barcelona eru í hinari hálvfinaluni. Hon byrjar klokkan 17.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald