Fótbóltur

Champions League: KÍ fekk bulgarska meistaraliðið

Klaksvíkskvinnur skulu royna seg móti PFC Ludogorets 1945 22. juli. Um tað eydnast at vinna, hava føroyameistararnir møguleika at spæla seg víðari tríggjar dagar seinni. Fríggjadagin verður greitt, hvar bólkurin verður spældur.

Orsakað av føroyameistaraheitinum í fjør, skal KÍ aftur í Champions League (Mynd: Sverri Egholm)

Orsakað av føroyameistaraheitinum í fjør, skal KÍ aftur í Champions League (Mynd: Sverri Egholm)

2026-06-18 21:47 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fyrr í vikuni gjørdist greitt, hvørjum menninir hjá KÍ skulu spæla ímóti í 1. umfari í Champions League, umframt í 2. umfari um tað eydnast at koma víðari.

Les eisini:
KÍ fekk dreyma lutakast
Enn eitt heppið lutakast til KÍ

Nú er eisini staðfesti, hvørjum kvinnurnar hjá KÍ skulu spæla ímóti í Champions League seinna partin av juli.

Fyrstu umførini eru skipaði á tann hátt, at fýra lið verða trekt í ein bólk, sum verður spældur í sama landi. Har eru fyrst hálvfinalur. Vinnararnir har hittast í einari finalu, har vinnarin kemur víðari.

KÍ var styrkismett og trekti bulgarska meistaraliðið PFC Ludogorets 1945. Liðini spæla 22. juli.

Seinni dysturin verður 25. juli. Tá skulu føroyameistararnir spæla móti Zimbru Chişinău úr Moldova ella Mitrovica úr Kosovo. Um man tapir hálvfinala verður talan um dyst um 3. plássið

[object Object]
Mynd: Klaksvíkar Ítróttafelag

Fult yvirlit sæst her

Tað verður mest sannlíkt greitt í morgin, í hvørjum landi bólkurin verður spældur.

Um KÍ vinnur báðar dystirnar í 1. umfari, kemur liðið víðari og í bólk við Brann Bergen, Ferencvaros og vinnaran av bólki 1 í fyrsta umfari.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder